Nú mánadagin verða samráðingar millum íslendska fiskimálaráðharran og føroyska fiskimálaráðharan um fiskiskapin hjá londunum í 2017.
Endurgivin grein frá 24.fo frá 2015
Samhandil Føroyar við Ísland og fiskiveiða 1999 – 2013 – Tann klóki lumpar tann minni klóka ella ?
Tað verður mangan tosa um Hoyvíkssáttmalan og samstarvið við Ísland. Vit hava í nógv ár havt eitt tætt fiskivinnusamstarv við Ísland. Í 15 ár hevur Ísland fiska fyri virðið í svara til áleið slakar 4 milliardir í Føroyskum sjóøkið.
Ein uppgerð í Mercom hevur gjørt sum eisini eigur 24.fo vísir, at seinastu 15 árini hava føroysk feløg / skip fiska fyri tilsaman 1,5 milliard kr í Íslendskum sjógvi.
Samstundis hava Íslendsk feløg / skip fiska ein part av teirra uppisjóðarkvotu í føroyskum sjógvi og er talan um 3,9 milliardir krónur. Hetta eru rættindi í Ísland eigur, men spurningurin er um tað er rætta lutfallið millum tað teir fiska hjá okkum og tað vit fiska hjá teimum. Tað eru greiðar ábendingar um, at teir áttu at rinda meira fyri at fiska teirra kvotur inni á føroyskum økið.
Tað hendir seg nevniliga at nógv av tíð teir veiða í Føroyskum sjógvi ongantíð kemur í íslendskan sjógv, Frá Fiskimálaráðnum havi eg fingið upplýst, at tað er møguligt at rokna út hvat lond eiga at gjalda fyri at fiska egnar kvotur inni hjá øðrum londum. Eftir teimum býtislyklum í vanliga verða nýttir, er nógv sum bendir á, at Føroyar eiga munandi størri rættindi til botnfiskakvotu og møguliga lodnu í Íslendskum sjóøkið. Ella sagt á annan hátt so er eisini her fyrimunur til teirra. Spurningurin er bara um tann klóki lumpar tann minni klóka.
Viðmerking: Greiningin er gjørd út frá veiðihagtølum frá Hagstovu Føroya virðið á veiðuni er meting har fiskasløgini eru mett soleiðis: Svartkjaftur 2 kr kg. , sild 5 kr kg, makrelur 6 kr kg og lodna 1,8 kr kg og toskur og rud 11,5. Sum sagt so eru hetta metingar yvir miðalprísur frá 1999 til 2013 og er upplagt at Føroyskir fiskivinnumyndugleikar ella Hagstova Føroyar gera nágreiniligt yvirlit yvir virðið á veiðuni.
Óli M. Lassen, reiðari og eigari av 24.fo