Fólkatalið var 49.820 tann 1. desember 2016 og er vaksið við 738 fólkum síðani 1. desember 2015. So stórur fólkavøkstur hevur ikki verið í einum ársskeiði síðstu 15 árini. Fólkavøksturin kemur av stórari nettotilflyting á 444, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 294, ið er munurin millum fødd og deyð.
Minkandi fráflytingin ger størsta munin
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur í høvuðsheitum av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini.
Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum hetta síðsta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970. Tilflytingin er hon áleið sum í 2008 og roknað eftir fólkatalinum tann størsta síðani 2003.
Fleiri kvinnur enn menn í fólkavøkstrinum
Av vøkstrinum í fólkatalinum á 738 í hesum 12-mánaðar skeiðinum er tann størri parturin kvinnur, 409 í tali, samanborið við 329 menn. Munurin kemur serliga av nettotilflytingini, har tað vóru 64 fleiri kvinnur enn menn. Eisini eru 23 færri kvinnur enn menn deyðar í tíðarskeiðnum, meðan tað vóru 7 fleiri dreingir føddir enn gentur.
Tilsamans verður úrslitið, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru 80 fleiri kvinnur enn menn.
Nærkast skjótt teimum 50.000
Í myndini niðanfyri sæst broytingin í nettoflytingini millum Føroyar og útlond, býtt á kvinnur og menn, mánað fyri mánað tey síðstu tvey 12-mánaðarskeiðini.
Tann gongdin vit síggja í fyrra 12-mánaðarskeiðinum 2014 – 2015 verður enn greiðari í seinna 12-mánaðarskeiðinum 2015 – 2016: At nú er nettotilflyting hjá báðum kynum alt árið uttan í august, og at nettofráflytingin í august nú er nógv minni enn árini frammanundan.
Tað er serliga nettoflytingin, ið er avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum. Verður gongdin næstu mánaðirnar sum hon hevur verið, verður skjótt, at fólkatalið røkkur teim 50.000 – møguliga longu síðst í februar ella fyrst í mars.