Útflutningurin vaks stívliga eina milliard kr. ella 17% teir ellivu mánaðirnar jan. – nov. í 2016, samanborið við sama tíðarskeið í 2015. Útflutningurin av fiskavørum einsamallur vaks hetta tíðarskeiðið 853 mió. kr. ella við 14%.
Hagstova Føroya » 20. januar 2017
Størstu broytingarnar í útflutninginum í fjør var stóri vøksturin í virðinum av laksi við 753 mió. kr., hóast nøgdin av laksi var tann sama ella enntá eitt vet minni.
Útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti vaks við 156 mió. kr. ella 12%, meðan nøgdin av hesum fiskavørum vaks 12-túsund tons ella 6%.
Samstundis minkaði útflutningurin av toski, hýsu og upsa við 97 mió. kr. ella 9%, meðan nøgdin av hesum fiskavørum minkaði 395 tons, svarandi til 1%.
Útgreinað og dagførd hagtøl um innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.