Greiða málið er at styrkja munandi um okkara viðurskifti við Suðurkorea.
Tað var boðskapurin hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, tá ið hon í morgun var á fundi við Youngrok Choi, suðurkoreanska vararáðharran í skatta- og tollmálum.
Landsstýriskvinnan vísti millum annað, at málið hjá landsstýrinum er fáa ein fríhandilssáttmála í lag við Suðurkorea, sum er ein av størstu marknaðunum fyri fiskavørur. Føroyar hava rættiliga avmarkaðan útflutning til Suðurkorea. Fyrsta stigið er tí at lækka tollin á fiskavørum, so tað verður lættari hjá føroyskum útflytarum at selja sínar vørur til Suðurkorea.
Kristina Háfoss kunnaði eisini suðurkoreanska vararáðharran um føroyska búskapin, og at Føroyar nú eru sjálvstøðugur limur í Global Forum, har Suðurkorea eisini er limur.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er í dag vertur hjá suðurkoreanska vararáðharranum í skatta – og tollmálum. Tey skulu fyrrapartin hitta Vinnuhúsið, har Varðin Pelagic fer at hava eina framløgu.
Eftir tað vitja tey alifyritøkuna Bakkafrost.