Royndir, ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur tikið á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður í januar 2017, hava aftur viðført illgruna um sjúkuelvandi ILA virus á aliøkinum. Aliøkið A-73 Hvannasund Norður hevur verið undir herdum eftirliti síðan juli 2016, tá ið aliøkið av fyrstum kom undir illgruna um at vera fongt við sjúkuelvandi ILA virus. Sipað verður til fráboðan til marknaðin 14. og 21. juli 2016. Royndirnar, ið vórðu tiknar í januar 2017, vóru partur av herda eftirlitinum av A-73 Hvannasund Norður.
Á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður eru 1,2 milliónir fiskar við eini miðalvekt á 2,8 kg rund vekt. Illgrunin um sjúkuelvandi ILA virus er um tveir ringar – annar av hesum er tann sami, sum var undir illgruna um sjúkuelvandi virus í juli 2016.
Bakkafrost er fyrireikað at taka neyðug stig og hevur avgjørt at taka neyðugar atgerðir í stundini viðvíkjandi hesum báðum ringunum. Bakkafrost hevur tikið allan fiskin í fyrsta ringinum (uml. 100.000 fiskar) og fer undir at taka næsta ringin (uml. 90.000 fiskar) beinanvegin. 1 millión fiskar vera á aliøki A-73 Hvannasund Norður eftir at hesir báðir ringarnir eru tiknir.
Fyribilsmetingar vísa, at tøkunøgdin í 2017 minkar við 600 tonsum í kruvdari vekt við tøkuni av hesum báðum ringum. Fyribilsmetingar vísa eisini, at um skundað verður undir at taka allan fiskin á aliøki A-73 Hvannasund Norður, minkar tøkunøgdin í 2017 við 2.400 tonsum í kruvdari vekt.
Aliøki A-73 verður framhaldandi undir herdum eftirliti, og kunnað verður nærri, tá ið endaligu úrslitini av royndunum á aliøkinum eru tøk, og endalig støða er tikin til framtíðar atgerðir.
Kelda: Tíðindaskriv BAKKAFROST