Home Fólk & Samfelag Arbeiðsloysið 2,1% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum

Arbeiðsloysið 2,1% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum

by OML

Í desember í fjør var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%. Eftir kyni var tað 2,1% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum.

 Hetta er lægsta arbeiðsloysi í fjør, har tað var størst í juli við 3,0% og síðani er minkað mánað fyri mánað.  Í tali vóru tað tilsamans 693 persónar, 130 færri enn í juli. Hjá monnum er minkingin 56 og hjá kvinnum 76 síðani juli.

Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tíggju árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð, og árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá desember í 2015 til desember 2016, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.


Munurin í arbeiðsloysi millum kvinnur og menn er minkaður
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru tað fyri tveimum árum síðani um 183 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, fyri einum ári síðani var munurin 61 fleiri kvinnur og er nú aftur minkaður niður í 39.

Merkisvert stórt arbeiðsloysi hjá 25-34 ára gomlum kvinnum
Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,9%, ávikavist 1,7% hjá monnum og 2,2% hjá kvinnum.

Merkisvert stórt er arbeiðsloysið hjá ungum kvinnum í aldursbólkinum 25-34 ár, har tað er 5,5%, dupult so høgt sum hjá monnum í sama aldursbólki, og næstan dupult so stórt sum í miðal fyri allar kvinnur.


Minst arbeiðsloysi norðan-, eystan- og vestanfyri – størst í Suðurstreym og sunnanfyri
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
– Lægst er tað í Norðoya og Eysturoyar sýslum við 1,6% og í Vága sýslu við 1,7%.
– Hægst er tað í Suðuroy við 3,3% og í Sandoy og Suðurstreym við 3,0%.
– Har í millum eru Norðstreym við 2,4%.

Størsti kynsmunur í arbeiðsloysinum er í Eysturoy, Norðstreymi og Sandoyar sýslum, har tað er dupult so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 1,1%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.

 

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
– Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
– Út frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
– Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.