Home Fólk & SamfelagPolitikkur Sambandsflokkurin spyr løgmann um trúnaðarskjøl

Sambandsflokkurin spyr løgmann um trúnaðarskjøl

by OML

Sambandsflokkurin ella tingmanningin hjá flokkinum, hevur í gjár sett ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) til Aksel V. Johannesen, løgmann, um nær hann fer at almannakunngera skjøl frá fullveldissamráðingunum í árinum 2000

 

Sambandsflokkurin heitir á løgmann um at greiða nærri frá:

1. Nær fer løgmaður at almannakunngera øll skjøl í sambandi við sonevndu fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000, nú hópin av trúnaðarupplýsingum um samráðingarnar eru liknar út í bókini ”Tá Føroyar skuldu loysa”, sum kom út í 2016?

2. Kann løgmaður vátta, at fólk í og kring fullveldislandsstýrið lótu trúnaðarupplýsingar leka út til fjølmiðlar í sambandi við fullveldissamráðingarnar?

3. Um løgmaður ikki kann vátta nevndu lekar til fjølmiðlar, hvat fer løgmaður at gera fyri at kanna, hvør ella hvørji framdu nevndu lekar, og hvussu lekarnir vórðu framdir?

4. Um funnið verður fram til, hvussu og hvørji lótu trúnaðarupplýsingar leka út til fjølmiðlar, hvørji stig ætlar løgmaður tá at taka mótvegis hesum persónum?

5. Hvørji stig ætlar løgmaður at taka, eftir at fyrrv. embætismaður og spinndoktari hjá fullveldislandsstýrinum í bókini ”Tá Føroyar skuldu loysa” sannlíkt hevur brotið tagnarskylduna við at almannakunngera upplýsingar um fullveldissamráðingarnar, ið øll landsstýri síðani 2000 hava sagt vera trúnaðarupplýsingar?

Í viðmerkingunum til fyrispurningarnar sigur Sambandsflokkurin, at nógv uppmerksemi er um ein møguligan leka úr uttanlandsnevndini til ávísan fjølmiðil. Í hesum ljósi er náttúrligt, at ein annar og álvarsligari leki av trúnaðarupplýsingum verður viðgjørdur. Tað snýr seg um trúnaðarupplýsingar um sonevndu fullveldissamráðingarnar í árinum 2000 millum sonevnda fullveldislandsstýrið og donsku stjórnina.

Trúnaðarupplýsingarnar eru úr í bókini ”Tá Føroyar skuldu loysa”, ið ein fyrrverandi embætismaður og spinndoktar hjá fullveldislandsstýrinum gav út 29. september í 2016.

Øll landsstýri síðani ár 2000 hava noktað almenninginum innlit í skjøl um samráðingarnar. Grundgevingin er, at samráðingarnar eru ikki lidnar, hóast ongin samráðingarfundur um fullveldi hevur verið í meira enn 16 ár. Grundgevingin er tí uttan hald í veruleikanum.

Nú trúnaðarupplýsingar í hópatali eru liknar út í bók, eiga øll skjøl í sambandi við samráðingarnar í 2000 at verða leysgivin. Hvør einstøkur føroyingar hevur krav uppá sjálv/ur at lesa skjølini og taka støðu til tey á egnum grundarlagi.

Harumframt hevur verið alment frammi, at fólk í og kring fullveldislandsstýrið lótu trúnaðarupplýsingar leka út til fjølmiðlar í sambandi við fullveldissamráðingarnar. Um hetta er rætt, er tað bæði politisk manipulatión og brot á grundleggjandi reglur. Tað undrar, at løgmaður, at síggja til, ikki letur hesar upplýsingar við seg koma. Løgmaður eigur sum skjótast at staðfesta ábyrgd hjá politikarum og/ella embætisfólkum ella øðrum, ið møguligar hava framt lekar. Eisini eigur løgmaður at taka løgfrøðilig stig móti teimum, ið framdu ella stóðu fyri møguligum ólógligum lekum.

Sum nevnt hevur ein røð av landsstýrum hildið uppá, at skjøl frá fullveldissamráðingunum eru trúnaðarskjøl. Tí má lekin í nevndu bók metast sum brot á tagnarskyldu. Átroðkandi er tí at vita, um løgmaður fer at taka stig til, at løgfrøðiligar avleiðingar verða av hesum.

At enda undirstrikar Sambandsflokkurin týdningin av, at øll skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar verða leysgivnar alt fyri eitt. Fatanin av fullveldissamráðingunum, ið hava skatt Føroyar almikið, eigur ikki bert at verða sáldað ígjøgnum eina politiska bók við ávísum politiskum endamáli.

 

Sambandsflokkurin

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.