Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið hevur verið støðugt lágt seinastu nógvu árini. Betri fiskiár vóru frá aldarskiftinum fram til 2007. Í miðal var nøgdin tilsamans góð 125 túsund tons hesi árini. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd smá 75 túsund tons, sum er eitt vet frægari enn í 2015.
Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan (sí viðmerking aftast). Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap. Uppsjóvarfiskur er ikki við í hesi uppgerð.
Gongdin í avreiðingarvirðinum fylgir ikki altíð gongdini í avreiðingarnøgdunum neyvt, sum sæst á myndini omanfyri. Fyri virðið eru fiskaprísirnir avgerandi. Avreiðingarvirðið er eisini fallið seinastu árini. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir í miðal árini 2000-07. Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið 750 millliónir. Í fjør varð virðið smáar 900 milliónir, sum er 5% ella góðar 37 milliónir betri enn í 2015.
Í talvuni niðanfyri síggjast avreiðingarnar í nøgd og virði fyri úrvald fiskasløg í 2015 og 2016.
Upsa-, toska- og hýsuveiðan í fjør samanborin við undanfarin ár
Eitt vet meiri av upsa varð avreitt í 2016 – góð 1.500 tons, sum er 6% meiri enn í 2015.
Sjálvt um nøgdin á upsa vaks nakað, so minkaði virðið 11% í 2016.
Meðan toska- og hýsunøgdin hevur verið lág seinastu nógvu árini, hevur upsafiskiskapurin roynst nakað betri. Men seinastu árini hevur nøgdin av upsa eisini verið nógv fallandi, einans góð 24 túsund tons í fjør. Til samanberingar vórðu í miðal árini 2005-2010 avreidd góð 53 túsund tons av upsa.
Av toski vórðu avreidd góð 6% ella 600 tons fleiri í 2016 enn í 2015. Virðið vaks 12%, so prísirnir á toski hava roynst nakað betri í 2016 í mun til 2015
Nøgdin av toski hevur verið støðugt lág seinastu 10 árini – í miðal um góð 10 túsund tons. Tey góðu 12.000 tonsini, sum vórðu avreidd í fjør, er lítið samanborið við árini 1996 til 2005 – tá varð avreitt tvífalt og trífalt meir av toski enn tað, vit hava sæð seinastu árini.
Hýsunøgdin í 2016 var smá 300 tons størri enn í 2015, og er enn lág. Í fjør vórðu bert avreidd góð 3.800 tons, samanborið við um 20.000 tons í miðal árini 2001-2007.
Svartkalvin størri týdning
Sum oftan staðfest fyrr, og sum nevnt omanfyri, so hevur veiðan eftir teimum týdningarmiklu fiskasløgunum tosk, hýsa og upsi ikki hildnast nakað serligt seinastu árini. Tað eru tó onnur fiskasløg í hesum tíðarskeiði, sum hava fingið størri týdning. Eittnú svartkalvin. Myndin niðanfyri vísur avreiðingar av svartkalva. Síðan 2010 er nøgdin av svartkalva trífalda og verður hugt eftir avreiðingarvirðinum, so er virðið á svartkalva hetta tíðarskeið vaksið úr góðum 34 milliónum í 2010 upp í 162 milliónir í 2016 – ein vøkstur á 370%.
Dagførd hagtøl um avreiðingarnar til og við 2016 eru tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.
Viðmerking: Avreiðingar av feskfiski er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru tað nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.