Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Avgjaldsøðin hjá reyðu samgongu heldur fram

Sjúklingar, serliga eldri sjúklingar, skulu rinda meir fyri heilivág. Tað er nýggjasta avgjaldsøðin, har landsstýriskvinnan bara skyldar upp á samgonguna í Fíggjarnevndini. Míni ráð eru einføld. Steðgi avgjaldsøðini nú.

Onguntíð verður sagt, at politikkarar geva út við einari hond og taka inn við hinari. Men hendan samgongan tekur inn við báðum hondum.

Reyða samgongan kennir eingi mørk í síni skatta- og avgjaldsøði. Fyrst var bensin- og dieselgjald hækka og eisini vegskatturin var hækkaður. Tinglýsingargjaldið var tvífalda og tað merkir eyka rokning til serliga barnafamiljur, sum skulu seta búgv.

Skattaøðin

Skatturin til Samhaldsfasta var hækkaður, skatturin til Barsilsskipan var hækkaður og skatturin til Heilsutrygd var eisini hækkaður. Krúnan á verkinum var tó, at grundarupphæddin í fólkapensjónini var lækka munandi.

Vinnan er undiroyst í gjøldum og rindar nú omanfyri ½ milliard eyka í skattum og avgjøldum. Men samgongan fær ikki nokk.

Eftir øllum at døma, skulu eisini undirsjóvartunnlarnir verða pengamaskinir hjá reyðu gonguni.

Ríkmannalætti

Í december kom tað heilt merkiliga frá reyðu samgonuni. Ovurdýru Tesla bilarnir, tvs elbilar, sum bara tey allar ríkastu hava ráð til, skulu nú koyra fullkomiliga ókeypis á vegunum, meðan dieselbilarnir, td. familjubilarnir skulu rinda prísin. Gáva til tey ríku.

Nýggjasta øðin er, at tey sjúku skulu rinda meir fyri heilivág. Nær steðgar øðin? Nær hevur reyða gongan tikið nokk frá fólki og vinnu?

Góða mamma, tað var ikki eg,

Landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, gevur samgonguni í Fíggjarnevndini skyldina. Góða mamma, tað……. Fíggjarnevndin hevur hugt eftir framskrivingum sum vístu, at nýtslan fór at vera minni. Um tað nú vísir seg at verða skeivt, so skuldi landsstýriskvinnan sjálvandi vent sær aftur til løgtingið. Men, nei, tey sjúku skulu rinda meir.

Í avgjaldsøðini vísir fíggjarlógin, at inngjaldið til Heilsutrygd hækkar við 12 mió frá 2016 til 2017. Hetta meðan útreiðslurnar bert sleppa at vaksa 5 mió. kr. Tær 7 milliónirnar verða koyrdar í nógv vaksandi raksturin hjá landinum. Hetta kann ikki verða rætt.

Um heilsutrygd er eitt brúkaragjald, svarar tað til at tú fert í biograf, rindar fyri atgongumerkið, men tú sleppur ikki at síggja filmin.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin.