Eitt týðandi stig er nú tikið fyri at tryggja eina støðugari tilgongd av serlæknum í føroyska heilsuverkinum. Nýggi sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya hevur við sær, at tað bæði verður lættari at útvega og at fáa serlæknar at støðast í Føroyum.
“Nýggi sáttmálin við Serlæknafelagið er eitt veruligt frambrot. Hetta er fyrstu ferð, at Fíggjarmálaráðið og felagið hjá serlæknunum gera ein sáttmála. Søguligi sáttmálin tryggjar, at Føroyar gerast kappingarførar, tá umræður at fáa fleiri læknar í Føroyum. Vit hava í nógv ár havt eina ósmidliga og ótíðarhóskandi skipan, sum ikki í nóg stóran mun hevur kveikt hugin hjá serlæknum at flyta til Føroya. Eg vænti, at nýggi sáttmálin fer at gera tað lættari at fáa fleiri serlæknar til Føroya,” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Fleiri grundleggjandi broytingar eru gjørdar í sáttmálaviðurskiftunum millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya. Eitt nú verða serlæknar framyvir ikki settir sum tænastumenn.
“Tørvurin á fleiri serlæknum er millum størstu avbjóðingar, ið okkara heilsuverk stendur fyri. Átrokandi avbjóðingin verður ikki loyst uttan fleiri munandi átøk. Eg bæði vóni og vænti, at nýggi sáttmálin við serlæknafelagið er eitt týðandi fet rætta vegin,” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.
Nýggi sáttmálin millum Fíggjarmálaráðið og Serlæknafelag Føroya varð settur í gildi frá 1. februar 2017.