Home VinnutíðindiAlivinna Tølini tala – risa inntøkuvøkstur til landskassan

Tølini tala – risa inntøkuvøkstur til landskassan

by OML

Gongdin seinastu 6 árini í inntøkunum frá fiski- og alivinnuni er tann, at hesar inntøkur eru vorðnar ein alt meira týðandi partur av inntøkugrundarlagi landskassans og harvið føroyska vælferðarsamfelagnum. Samtundis eru krøvini til leiðslu og stýring av landskassabúskapinum vorðin harðari, serliga tí, at tilfeingisinntøkur eru óvissar inntøkur

Inntøkulop frá fiski- og alivinnuni

Tann 11. januar í ár setti eg Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, skrivligan fyrispurning, har eg ynskti at fáa upplýst, hvussu stór samlaða inntøkan frá fiski- og alivinnuni til landskassan hevur verið seinastu 20 árini, greinað á inntøkuslag.

Inntøkusløgini eru: Felagsskattur, kapitalvinningsskattur, tilfeingisskattur, avgjald á fiskatilfeingi, uppboðssøla og skattur av vinningsbýti.

Svarið er nú komið, og er tað greinað á ymisku inntøkusløgini. Landsstýriskvinnan kann tó av góðum grundum ikki upplýsa, hvussu stórur felagsskatturin hjá báðum vinnunum er í 2016, tí endaligu tølini eru ikki klár. Her havi eg loyvt mær at brúka somu upphædd í felagsskatti fyri 2016, sum er staðfest í felagsskatti í 2015, bæði í fiski- og alivinnuni.

Heilt frá 1997 og fram til 2010 fór samlaða inntøkan ongantíð upp um 30 mió, men síðani 2011 er samlaða inntøkan økt munandi:

Í 2010 tilsamans   29 mió. kr.

Í 2011 tilsamans 194 mió. kr.

Í 2012 tilsamans 140 mió. kr.

Í 2013 tilsamans 273 mió. kr.

Í 2014 tilsamans 377 mió. kr.

Í 2015 tilsamans 407 mió. kr.

Í 2016 tilsamans 629 mió. kr.

Myndin niðanfyri vísir m.a., hvussu knappliga inntøkurnar frá fiski- og alivinnuni vaksa í 2011, og hvussu skjótt árligu inntøkurnar síðan vaksa og floyma inn í landskassan, nærmast á hvørjum ári.

 

 

Kelda: Tøl frá Fíggjarmálaráðnum. Egin uppseting av grafikki (samband.fo.)

Hesar sera stóru upphæddir eru komnar beinleiðis í landskassan, men vit skulu minnast til, at umframt tað, at landskassin hevur fingið nógvan pening, so hava kommunukassarnir eisini fingið sín góða part í øktum felagsskatti og øktum persónsskatti av nógv økta virkseminum, sum hesar vinnur hava skapt í Føroyum.

Vit skulu heldur ikki gloyma, hvussu stórir ringvirkningarnir eru av hesum vinnum kring landið – teir eiga ikki at undirmetast.

Góðir og støðugir vinnukarmar

Vit vita øll, at tað gongur væl í fiski- og alivinnuni í løtuni, og vit síggja í omanfyri nevnda yvirliti og á myndini, at vinnurnar báðar hava lagt nógv eftir seg í landskassan seinastu árini. Tølini tala greitt.

Flestu fólk – eg sjálvur íroknaður –  halda tað vera rímiligt, at vinnan leggur nakað eftir seg beinleiðis í landskassan – og sjálv hevur vinnan einki ímóti hesum.

Tann brennandi spurningurin er altíð, hvussu nógv er rímiligt, at vinnan skal leggja í landskassan?

Her ber ikki til at seta eina ávísa upphædd á, men sum meginreglu eiga vit m.a. at hava fyri eygað at:

– Føroyska fiski- og alivinnan eigur ikki at hava verri skattlig viðurskifti enn kappingarneytar okkara uttan úr heimi – helst betri

– Fiski- og alivinnan eiga at fáa góðar og støðugar umstøður, soleiðis at m.a. íløguætlanir kunnu leggjast og fremjast

– Tað eigur ongantíð at verða tørvurin á fíggjarlógini, sum avgerð, hvussu nógv hesar vinnur skulu gjalda í landskassan

Megna vit hetta og tað eigur at bera til, so fær vinnan góðar umstøður, og  landskassin fer framhaldandi at fáa sín góða part frá hesum vinnum.

Verður rætt atborið, so verða landskassans inntøkur frá fiski- og alivinnuni framhaldandi ein grundarsteinur undir føroyska vælferðarsamfelagnum.

Magnus Rasmussen

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

 

Kelda: samband.fo 7. februar 2017

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.