Home Tíðindir Kanadisku havnirnar latnar upp fyri føroyskum fiskiskipum

Kanadisku havnirnar latnar upp fyri føroyskum fiskiskipum

by OML

Kanadiska stjórnin hevur boðað frá, at havnastongsulin fyri føroysk fiskiskip nú er settur úr gildi.

Kanadisku havnirnar hava verið stongdar fyri føroyskum skipum síðani 2002, orsakað av ósemju í NAFO um býtið av rækjum á Grand Bank. Í tíðarskeiðum hava kanadisku havnirnar verið lætnar upp fyri føroyskum skipum, men síðani 2010 hevur havnastongsil verið galdandi.

Føroya landsstýri hevur á fundum og við áhaldandi diplomatiskum samskifti við kanadiskar myndugleikar, víst á, at havnastongsul ikki er rættur framferðarháttur at loysa eina slíka ósemju. Landsstýrið hevur eisini víst á stóra týdningin av einum góðum samstarvi millum Føroyar og Kanada, og at stongdu havnirnar ikki eru fremjandi fyri einum styrktum samstarvi. Føroyar og Kanada hava nógv felags áhugamál og samstarva annars væl í fleiri ymsum millumtjóða felagsskapum, so sum NAFO og Arktiska Ráðnum.

Í fráboðanini um, at havnastongsilin er settur úr gildi, leggur kanadiska stjórnin dent á góða og økta samstarvið millum Kanada og Føroyar á fiskivinnuøkinum. Eisini verður víst á felags ábyrgdina hjá limalondunum í fiskiveiðifelagsskapinum fyri útnyrðingspartin av Norðuratlantshavinum, NAFO, at tryggja burðardygga gagnnýtslu av stovnunum í økinum.

– Tað er eitt týðandi frambrot, at tað er eydnast at fáa havnastongsilin settan úr gildi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

– At føroysk skip aftur fáa atgongd til havnirnar fer at koma væl við hjá føroysku fiskiskipunum, sum fiska á Flemish Kap. Somuleiðis er hetta er eitt týdningarmikið stig í viðurskiftunum millum Føroyar og Kanada. Tí Føroyar ynskja samstarv og góð sambond við Kanada.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.