Home VinnutíðindiFiskivinna Hjálp til Heimaflotan ???.

Hjálp til Heimaflotan ???.

by OML

Havi í eina tíð hugsa um, hvussu vit hjálpa í Føroyum. Er hjálpin umhugsin og rættvís fyri teir ella tey, ið vit ynskja at hjálpa ?
Vit hoyra javnan at politikarar greiða frá, hvussu teir hava hjálpt heimaflotanum hesi seinastur árini.

Nógv av hjálpini er tildeiling av uppsjóvarfiski so áhugavert er at síggja hvussu nógv ið føroyingar kunnu fiska av uppsjóvarfiski í 2017.

uppisjóðarfiskur2017MeinhardJacobsen

Verður hugt nærri eftir so stinga beinanvegin nakrir spurningar seg upp so sum :
Hvussu stórar er
• Hvør er heimaflotin ?
• Hevur allur heimaflotin fingið hjálp ?
• Hevur allur heimaflotin fingið lutfalsliga somu hjálp ?

Fyri at lýsa støðuna eitt sindur nærri fyri fiskiárið 2016/2017 kann fylgjandi talva stillast upp :

Skipabólkar-Meinhard_Jacobsen2017
Út frá talvuni sæst beinanvegin at talan er ikki um skipaða hjálp, men heldur skipaða forfordeiling.
Skal ikki komi inna á tað her men áhugavert vildi verði at hugt nærri eftir hvør eigur meginpartin av skipunum, ið hjálpina fáa, og um hesir eigarar eisini eiga onnur skip í øðrum skipabólkum. Og um teir har hava fingið nakra hjálp við nýggjum tilfeingi.
Løgmaður segði fyri kortum, at vit hava mist evnini at verða nøgd ?. Verður hugt eftir talvuni omanfyri so er tað ein stórur spurningur um ikki fleiri hava orsøk til at verða ónøgd.

Tað sær ikki út til at rættindi og virðing fyri rættindahavarum er eins fyri øll. Nakrir rættindahavarar kunnu og fáa loyvi til alt, ímeðan aðrir einki ella nærum einki fáa. Hetta má metast sum, ikki bert, at vera órættvíst men eisini ósakligt. Um vit liva í einum rættarsamfelag so er áhugavert at vita hvørja rættarverju tey feløg – sum politiskt eru frásortera – hava.
Um Kirkens nødhjælp skuldi hjálpt á sama hátt sum heimaflotin er hjálptur.

So skuldu øll fólk bæði tey sum tørva hjálp og tey ið ikki tørva hjálp komið fram fyri hjálparfólkunum. Hjálparfólkini skuldu so valt tey út, ið vóru best fyri, soleiðis at hesi kundu blivi enn betur fyri. Men tey ið veruliga treingja til hjálp vóru send avstaðaftur, uttan nakra hjálp, hesi vildu mest sannlíkt ikki hóra undan. Roknast kann við, at onkur tá hevði sett spurnartekin við hjálparháttin hjá Kirkens nødhjælp.
Hoyri ongan politikara nevna hetta órættvísi við einum einasta orði, síggi heldur ikki at pressan tekur hetta evni upp.
Kann tað hugsast, at vit eru so von við at gera mun á hvørjum, og á hvønn hátta vit hjálpa, at vit halda, at hesir mismunir eru heilt natúrligur og at tað bert eigur at verða soleiðis. Ein óhugnaligur tanki.
Kann onkur í politisku skipanini greiða mær frá, hví vit hava valt, at viðgera feløg óeins, ístaðin fyri at gera ein skipaðan leist fyri allar rættindahavarar, har hesir fáa somu viðferð og somu hjálp.
Vh
Meinhard Jacobsen, Msc. Fiskivinnutøkni.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.