Soleiðis endaði navnframi Cato gamli allar sínar røður í árunum fyri Kristi føðing, meðan Høgni Hoydal í øllum sínum røðum nevnir uppboðssølu, sum merkir at fara frá søguligum rættindum til politiska útreinsan. Hyggja vit nærri, er líkleikin størri enn so.
Á wikipedia kunnu vit lesa, at í Rómaverjaríkinum var Catoken
Útreinsingarídni
Víðari stendur, at hansara virkið var serliga sum censorur. Censorar í Rom høvdu m.a. til uppgávu at viðlíkahalda listar yvir senatorar og riddarar. Ein uppgáva, sum Cato gekk upp í við íðinskapi og serligum ÚTREINSINGARÍDNI, stendur í wikipedia.
Cato virkaði millum 100 og 200 ár fyri Krist. Til endans megnaðu Cato og Rom at leggja Karthago í oyði.
Nú gott 2.100 ár seinni er ein fiskivinnuøði í landsstýrinum, har útreinsingarídni herjar. Vónandi eydnast tað ikki.
Jørgen Niclasen