Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Tí má nýskipanin útsetast í fimm ár

“Tíðin er gingin undan,” staðfestir fiskimálaráðharrin, og alt bendir á at hann hevur rætt — tað er neyvan gjørligt nú at fáa eina veruliga nýskipan av fiskivinnuni samtykta í tíð áðrenn klokkan slær 2018; ymiskt kann tó gerast. 

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

“Sjálvandi skal ein nýggj fiskivinnuskipan, sum vit hava møguleika fyri at gera nú… hon skal eisini taka sterkt atlit til verandi aktørar. Tað verður eisini gjørt; so tað hevur ongantíð verið sagt frá mínaru síðu, ella frá Aksel [Johannesen] ella Poul [Michelsen], at tað er nakað við at frá 1. januar 2018 so stendur nakar á berum. Tað kemur ikki upp á tal. Tað hevur ongantíð verið ætlanin.”

Soleiðis royndi Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri og formaður í Tjóðveldi, at sissa ekkafullar røddir sum hoyrdust millum áhoyrararnar á ‘Fiskivinnupolitiskum Toppfundi’ undir Torradøgum í Klaksvík fyrr í vikuni.
Men trupulleikin er, sum eisini kom fram týðiliga undir tiltakinum, at nú ber illa til at fáa tíðina at røkka til at nøkur nýskipan av fiskivinnuni kann orðast og samtykkjast í nøkulunda tíð áðrenn 1. januar 2018, tá øll verandi fiskirættindi fara úr gildi sambært lóg.
Har er tó ein útvegur í lógini, í og við hon heimilar at verandi loyvir verða longd í fimm ár. So tað liggur í kortunum at tað kann vera óklókt at stressa og streingja á nú fyri at kroysta eina nýskipan ígjøgnum uttan ta nógv umtalaðu breiðu politisku semjuna, har tað enntá tykist ivasamt um parlamentariskur meiriluti yvirhøvur fæst fyri tí. Hetta bleiv ikki beinleiðis viðgingið men tó óbeinleiðis, tá fiskimálaráðharrin viðmerkti undir tí almenna fundinum í Klaksvík at “tíðin er gingin undan.”
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/02/ti-ma-nyskipanin-utsetast-i-fimm-ar.html#more
mynd 24.fo uppisjóðarskip