Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Føroya Akvarium í Klaksvík

Møguleiki er fyri, at Føroya Akvarium verður veruleiki. Sjálvt fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal, sigur soleiðis í bókini hjá Jan Cortzen  ”Vi der er færinger” (2016),  at tað er løgið, at eitt slíkt akvarium ikki er bygt fyri langari tíð síðani. Eisini sigur hann, at tað av og á hevur verið kjakast um hetta evnið í løgtinginum – men tað er ikki vorðið til meira enn tað.

Tað er hugaligt, at umboð fyri tjóðveldi og fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð  stuðla uppskotinum um at byggja Føroya Akvarium í Klaksvík.

Eitt er vist, um Klaksvíkar býráð ikki tekur undir við verkætlanini at byggja Føroya Akvarium í Klaksvík, so eru sannlíkindi stór fyri, at eitt akvarium verður bygt onkustaðni í Føroyum. Eg vil tó leggja dent á, at ætlanin við hesari grein er ikki at seta verkætlanina, Føroya Akvarium í Klaksvík, upp ímóti øðrum verkætlanum, um sama evni, aðrastaðni í Føroyum.

Hetta akvarium kann gerast millum størstu ferðamálini í Føroyum. Eg loyvi mær at siga, at ongin onnur vinnugrein myndar samleikan hjá føringum so væl, sum sjógvurin/sjóvinnan og tað lívsgrundarlagið, sum sjógvurin gevur okkum. Tað er fiskurin, sum rindar okkara sjúkrahúsverk, skúlaverk – ja næstan alt í Føroyum.

Føroya Akvarium kann eisini verða eitt lærandi akvarium. Hvat kann verða meira natúrligt, enn at børn, skúlaungdómar og onnur leita sær til fiskivinnuhøvuðsstaðin í Føroyum (Klaksvík) fyri nema sær vitan um fiskivinnuna – okkara høvuðslívsgrundarlag?

Gjøgnum tíðirnar hava føringar nýtt ymiskan fiskireiðskap til at breyðføða seg við. Dømir um hendan fiskireiðskap er snøri, lína, snella, trol og nót. Á Føroya Akvarium kann hesin reiðskapur verða vístur fram umframt smærri útgávur av bátum og skipum, sum føringar hava brúkt til at fiska við, gjøgnum tíðina.

Smáir hyljar kunnu gerast til at vísa fram, hvussu fiskireiðskapur virkar í verki og eisini eigur at verða møguleiki hjá vitjandi at royna seg við at bøta trol v.m. og onkur kundi víst, hvussu fiskur og reiðskapur skal hagreiðast. Eisini kunnu filmar vísa, hvussu arbeiði, innan sjóvinnuna í Føroyum, gongur fyri seg á sjógvi og á landi.

Á Føroya Akvarium kundi eisini verið ein framsýning um fiskaaling. Nógv er hent á hesum øki, síðani alingin byrjaði í Føroyum í 80-unum og fram til dagin í dag.

Nakað av tosi hevur verið um, hvar í Klaksvík hetta akvarium skal verða. Eitt hugskot er, at eitt glæsiligt akvarium eigur at vera mitt í býnum, sum ein partur av miðbýarætlanini. Tað kundi verið ein vøkur sjón, um ein glasveggur, í hesum akvarium, kundi speglast í Vágni eitt vakurt summarkvøld. Onnur góð hugskot hava eisini verið frammi.

Mín vón er, at okkara býráð stuðlar hesum uppskoti og ikki letur tað fara aftur við borðinum.

Uppskotið, sum eg havi lagt fyri løgtingið, um at byggja Føroya Akvarium í Klaksvík, er í løtuni til viðgerar í Løgtingsins mentunarnevnd.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

Løgtingslimur.