1. februar 2017 byrjaði Unn Jakobsen í starvinum sum tannlæknaleiðari í Klaksvíkar Kommunalu Barnatannrøkt.
Stutt áðrenn ársskiftið varð starvið sum leiðari fyri Klaksvíkar Kommunalu Barnatannrøkt lýst leyst at søkja, og seint í januar varð avgerð tikinum at seta Unn Jakobsen, tannlækna í starvið.
Mánadagin í vikuni hevði Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðað Unn Jakobsen á fund, har hann ynskti henni vælkomnari og bestu eydnu í starvinum.
Á fundinum nýttu tey eisini høvið at samskifta um viðurskiftini í og kring Barnatannrøktina hjá kommununi, sum hevur umleið 1400 brúkarar, ið eru børn og ung upp til 18 ára aldur.
Unn Jakobsen, sum er ættað av Skála og búsitandi í Tórshavn, er útbúgvin tannlækni frá Århus Universiteti í 1993. Hon kemur úr starvi sum tannlækni í barnatannrøktini Tórshavn, har hon hevur starvast í umleið 17 ár. Áðrenn tíðina í barnatannrøktini í Havn starvaðist Unn í 5 ár á privatari tannlæknastovu í Danmark.
Unn hevur hetta seinasta árið arbeitt við einari verkætlan, ið er stuðlað av sjúkrakassagrunninum, sum hevur heitið “Handfaring av støðum við illgruna um fysiskan ágang ella umsorganartrot av børnum”.
Unn hevur sostatt bæði drúgvar og viðkomandi royndir til at kunna røkja hetta starvið sum tannlæknaleiðari.
Á Klaksvíkar Kommunalu Barnatannrøkt starvast, umframt leiðaran, 2 tannlæknar, ein tannrøktari og 5 klinikkassistentar.