Virðið av innflutninginum tilsamans í 2016 var útvið hálva milliard størri enn árið fyri. Vit innfluttu fyri 6,6 mia. kr. í fjør og beint undir 6,1 mia. kr. í 2015.
Tað er vøkstur í flestu vørubólkum. Mesti vøkstur er í innflutningi av maskinum og amboðum. 250 mió. kr. fleiri eru brúkta til hendan bólkin og er tað ein vøkstur á 42%
Innflutningurin av rávøru til fiskavirking vaks eisini nógv, 32% ella 53 mió. Í 2016 innfluttu vit tilfar til byggivinnuna fyri 600 mió., tað er 18% meir enn í 2015, so eisini í hesum bólkinum var vøksturin stórur.
Størstu minking, tá vit rokna innflutningin í krónum, finna vit í bólkinum fyri brennievni. Tað er lækkandi oljuprísurin, sum er høvuðsorsøkin til tað.
Í 2012 innfluttu vit brennievni fyri 1,3 mia. kr., sum var tað mesta nakrantíð. Í fjør var hetta minkað niður í eina helvt til 650 mió. kr.
Innflutningurin til húsarhaldsnýtslu veksur spakuliga
Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksin 7% í fjør, samanborið við árið fyri. So stórur vøkstur hevur ikki verið síðani 2007, tá innflutningurin í hesum bólki seinast var í hæddini. Um vit samanbera við 2007, so er samlaði vøksturin síðani tá 9%. Um hædd verður tikin fyri prísvøkstri hesi seinastu 10 árini, er helst ikki talan um stóran vøkstur samanborið við 2007. Á myndini niðanfyri sæst, at eftir stóra vøksturin í 2005-07 minkaði innflutningurin eini 3 ár, og síðan hevur tað gingið spakuliga uppeftir aftur.
Hyggja vit at innflutninginum av tilfari til vinnuna, so eru sveiggini størri, tó at vøkstur og minking eru áleið samstundis.
Eisini her var stórur vøkstur framm móti 2007 og síðani stór minking í 2 ár. Eftir hetta vaks innflutningurin aftur, og eftir 5 árum, í 2012, fór innflutningsvirðið uppum virðið í 2007. Fyri húsarhaldsnýtsluna tók hetta 8 ár.
Meðan innflutningurin til beinleiðis húsarhaldsnýtslu í 2016 er 9% hægri enn í 2007, so er innflutningurin av tilfarið til vinnuna 43% hægi enn í 2007.
Tað skal í hesum sambandi havast í huga, at vørubólkurin innflutningur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu ikki er tað sama sum samlaða nýtslan hjá húsarhaldunum í Føroyum. Nýtslan kann væl verða vaksin meir enn hesin vøksturin í innflutninginum, t.d. nýtsla av vørum og tænastum, framleiddar í Føroyum.
Á myndini síggja vit eisini innflutningin av skipum og flogførum seinastu árini, og har kann staðfestast, at her eru stór sveiggj frá ári til árs, og hesi fylgja ikki gongdini í innflutninginum hjá fyri hinar bólkarnar.
Útgreinað og dagførd hagtøl um innflutninginum eru at finna í hagtalsgrunninum her.