Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

2016 hilnaðist væl hjá BankNordik

Virksemið hjá BankNordik-samtakinum royndist væl í 2016. Hóast ódnirnar og nógvu tryggingarskaðarnar um jólini, samsvarar úrslitið við upprunaligu væntanirnar. Ársroknskapurin hjá samtakinum vísir eitt rakstrarúrslit á 179 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar og 277 mió. kr. áðrenn skatt.

Í 2016 vóru tað serliga tvær hendingar, ið settu sín dám á virksemið hjá BankNordik. Sølan av íslendska tryggingarfelagnum Vørði varð endaliga framd, og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum er nærum fullfíggjað. Eftir broytingarnar er váðin, sum er knýttur at virksemi bankans, minkaður munandi, og BankNordik er í dag tískil eitt uppaftur tryggari fíggjarsamtak.

Ein partur av kapitallættanum, sum sølan av Vørði og avtøkan av danska vinnukundavirkseminum geva, verður brúktur til at gjalda íleggjarunum eitt serligt vinningsbýti. Samanlagt verða 300 mió. kr. goldnar í vinningsbýti. Av hesum fáa teir 6500 føroysku íleggjararnir sín part.

”Vit eru væl nøgd við, at úrslitið er so mikið gott, hóast stóru og dýru tryggingarskaðarnir um jólini hava ávirkað roknskapin. Vit hava framt týðandi broytingar í farna ári, og tí standa vit í dag á enn tryggari grundarlagi enn fyri einum ári síðani. Samstundis sum vit gjalda íleggjarum okkara vinningsbýti, kunnu vit staðfesta, at fíggjarstøðan hjá samtakinum er styrkt munandi,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Í 2016 víðkaði BankNordik sítt virksemi í Føroyum, fleiri uppgávur vórðu miðsavnaðar og umleið 20 nýggj størv sett á stovn her á landi. BankNordik setti harumframt flest næmingar í danska ríkinum samanborið við restina av geiranum i 2016.

”Umleið helvtin av samlaða úrslitinum stavar frá virksemi okkara í Danmark og Grønlandi, tað svarar til umleið 95 mió. kr. Av tí at ein stórur partur av føroyska starvsfólkahópinum loysir uppgávur fyri marknaðirnar uttanfyri Føroyar, hevur útlendska virksemið eisini sera stóran týdning fyri føroyska virksemið og føroysku størvini. Umframt at gera tað møguligt hjá okkum at menna og varðveita servitan her í Føroyum, ger tað samstundis starvið hjá tí einstaka meiri fjøltáttað og avbjóðandi, tá ið uppgávurnar fevna um 3 ymiskar marknaðir,” sigur Árni Ellefsen.

Roknskapur bankans vísir, at rakstrarúrslitið í 2016 er á sama støði sum í 2015, og hetta metir bankin vera nøktandi, tá ið havt verður í huga, at 85% av danska vinnukundavirkseminum nú eru avtikin. Niðurskrivingarnar eru fáar í tali, og hetta er m.a. eitt úrslit av skynsama kredittpolitikki bankans. Í Føroyum hava nógvu sethúsasølurnar og høgu prísirnir sett sín dám á 2016, og alt bendir á, at virksemið hjá BankNordik eisini fer at hilnast væl í 2017. Bankin væntar ein lítlan útlánsvøkstur, og at rakstrarúrslitið í ár verður 150-190 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar.

Avlopið hjá tryggingarfelagnum Trygd, sum er dótturfelag hjá BankNordik, gjørdist 0,3 mió. kr. áðrenn skatt. Hetta er nøktandi, tá ið havt verður í huga, hvussu stórir tryggingarskaðarnir í desember vóru. Til samans fingu kundarnir hjá Trygd umleið 30 mió. kr. í endurgjaldi í sambandi við jóla- ódnirnar.

2016 royndist eisini væl hjá meklarafyritøkuni Skyn, sum hevði 1,7 mió. kr. í avlopi áðrenn skatt.

Ársroknskapurin 2016 í stuttum