LØGTINGIÐ: Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 82 uppskot fyri Løgtingið, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Landsstýrið hevur seinastu tveir dagarnar latið Løgtinginum í alt 36 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Uppskotini eru fjølbroytt og stava frá fleiri stjórnarráðum.
Millum uppskotini, sum landsstýrið hevur latið Løgtinginum, eru:
- Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017
- Uppskot til løgtingslóg um filmshús
- Uppskot til løgtingslóg um húsarhaldsskúlar
- Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnugrunn
- Uppskot til løgtingslóg um djórasjúkur
- Uppskot til løgtingslóg um at dagføra ognina Eirargarður 14/16
Hesa tingsetuna hevur landsstýrið lagt í alt 82 uppskot fyri Løgtingið.
Seinasti framløgudagur í Løgtinginum er 7.mars 2017.
Uppskotini, ið landsstýrið hevur latið Løgtinginum, kunnu lesast her
Sambært § 54 í tingskipanini skulu uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar – fyri at verða viðgjørd – verða framløgd innan 8. mars, tvs. í seinasta lagi týsdagin 7. mars. Sambært § 38 í tingskipanini, skulu hesi uppskot vera formanninum í hendi í seinasta lagi 6. yrkadagin frammanundan.