Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Video: Bæði verandi og nýggj fáa sítt í nýggju fiskivinnuskipanini

Fiskivinnunýskipan: Uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan hjá samgonguni er ein søguligur møguleiki, heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Uppskotið um nýggja fiskivinnunýskipan, sum landsstýrið legði fram í gjár, er ein góð skipan bæði fyri tey, sum eru í vinnu, og tey, sum ætla sær í fiskivinnuna. Tað vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, á undir tíðindafundinum í Tinganesi í gjár.

“Vit hava ein søguligan møguleika at gera eina skipan, sum er góð fyri tey, sum eru í vinnuni, og tey, sum skulu koma inn í vinnuna framyvir, segði løgmaður.

 

UM FISKIVINNUNÝSKIPANINA HJÁ SAMGONGUNI

Undir heitinum “Ein nýggj og varandi skipan” legði landsstýrið seinnapartin í gjár sína fiskivinnunýskipan fram á tíðindafundi í Tinganesi. Millum aðalmálini við nýggju fiskivinnunýskipanini eru:

  • At eingin privatur ognarrættur verður til fiskatilfeingið
  • At kapping verður um at økja um virðið á tilfeinginum
  • Møguleikar hjá øllum fólki í landinum
  • At sosial og samfelagslig atlit verða tikin

Lógaruppskotið um nýggja fiskivinnuskipan er sent avvarðandi pørtum til ummælis. Ummælisfreistin er 27.mars 2017.

Lógaruppskotið kann lesast her