Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eftirlit má vera annað enn orð

Við at broyta eitt vet við ætlanina hjá fiskimálaráð-harranum, ber væl til at fáa ólógligu veiðuna til lands. Tað skal bara gerast soleiðis, at manningin verður fult avroknað fyri ólógligu veiðuna, meðan reiðaríið lítið og onki fær í sín part. Tá verður ongin áhugi hjá reiðaríum at taka kjansin og fáa ov nógv av fiski, sum tey ikki hava kvotu til, men manningin fer hinvegin ikki at finna seg í, at fiskur bara verður koyrdur í havið aftur, sum hon fær fullan valuta fyri. Tað sigur Axel Hansen, nevndarlimur í FF, í hesi grein.

Í lógaruppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan, sum nú er almannakunngjørt, er greitt, at samgongan ætlar at fara frá fiskidagaskipanini og yvir til kvotur fyri alla veiðu uttan útróður.

Eg haldi als ikki, at tað er skilagott, tí somu argumentir, sum á sinni vóru fyri at fara frá kvotum til fiskidagar, hava sama gildi í dag sum tá miðskeiðis í 1990’unum.

Fiskiskapur undir Føroyu hevur altíð verið, er og fer altíð at verða blandingsfiskiskapur, sum er stak illa egnaður at regulera við kvotum.

Men um kvoturnar kortini verða trumfaðar ígjøgnum í fiskivinnunýskipanini, so er tað sera, sera umráðandi, at orðingarnar um hert eftirlit og harðari revsing ikki bert verða pyntilig orð á pappírinum.

Og her ivist eg í, um politiski myndugleikin ætlar at taka síni egnu orð í álvara, tí ongastaðni síggi eg, hvussu hetta herda eftirlitið skal fremjast í praksis, og hvaðani pengarnir til tað skulu koma. Men skal eftirlitið við einari endurskaptari kvotuskipan nytta nakað, umframt at tað vanliga eftirlitið og hjálpar- og bjargingararbeiðið eisini skal røkjast, so fer tað at kosta risastórar upphæddir.

Fiskiskapurin undir Føroyum gongur fyri seg í einum risastórum havøki kring allar oyggjarnar út á 200 fjórðingar. Sum er hava vit tvey vaktar- og bjargingarskip, sum part av árinum ikki kunnu loysa, tí pengar ikki eru til olju og aðrar grundleggjandi rakstrarútreiðslur.

Hvussu ætlar fiskimálaráðharrin at loysa henda trupulleikan? Tað skulu jú nógv vaktarskip og helst eisini tyrlur til bara fyri at hava eitt nøkulunda eftirlit við útblakingini.

Tí útblaking verður ein stórur trupulleiki við kvotum heldur enn fiskidøgum. Tað hava vit sjálv roynt í síni tíð, og aðrar fiskivinnutjóðir royna tað hvønn dag enn.

Samgongan ætlar at forða fyri útblaking við at lata skipini sleppa undan revsing og fáa ein lítlan prosentpart av avreiðingarvirðinum av ólógligu veiðini, afturfyri at føra hana til lands. Restin av avreiðingarvirðinum skal so fella til landið.

Hatta ljóðar kanska væl, men tann loysnin fer við vissu ikki at forða nakrari útblaking. Tí hví skal nakar tíma at hagreiða fisk og fáa hann til høldar fyri trælaløn? Nei, har fer hvør stertur, sum ikki fær fullan prís, í havið aftur.

Men við at broyta eitt vet við ætlanina hjá fiskimálaráðharranum, ber væl til at fáa ólógligu veiðuna til lands. Tað skal bara gerast soleiðis, at manningin fær eina eyka gularót við at verða fult avroknað samsvarandi sáttmálanum, meðan reiðaríið lítið og onki fær í sín part fyri ólógligu veiðuna.

Tá verður ongin áhugi hjá reiðaríum at taka kjansin og fáa ov nógv av fiski, sum tey ikki hava kvotu til. Hinvegin, so er tað verri enn so altíð, at ólóglig veiða er tilvitað, tí tað ber ikki til at stýra frá brúnni, hvør fiskur bítur á húkin, ella hvør fiskur svimur fyri trolgapið.

Men tá tað kortini hendir, so fer manningin við hesari loysnini ikki at finna seg í, at fiskur bara verður koyrdur í havið aftur, sum hon fær fullan valuta fyri.

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag