Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata 20 verkætlanum stuðul til filmsgerð av stuðulsjáttanini til film.
Stuðulin fevnir um hugskotsmenning/undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Talan er um dokumentarfilmar, stuttfilmar, novellufilm, animatiónsfilm, skemtirøð, listafilm, spælifilmar og pilotframleiðslu.
Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er tvær milliónir krónur í 2017. Tá freistin at søkja til fyrra útbýtingarumfar var úti 1. februar, vóru 29 umsóknir komnar inn. Eftir tilmæli frá filmsráðgevunum, sum í hesum umfari eru Vár B. Jacobsen og Birgir Kruse, eru kr. 1.442.900 krónur býttar út í hesum umfari.
Fýra verkætlanir hava fingið 100.000 krónur ella meira í stuðli. Hesar eru “Enter the Kitchen – Cook Rising” hjá Gudmundi Helmsdal/ETK Films, sum hevur fingið kr. 250.000, “Eitt sindur um hvussu vit elska” hjá Anton Petersen/Cinema Polaris við Pæturi Marjunarson Dahl sum framleiðara, sum hevur fingið kr. 200.000, “Nina” hjá Mariu Winther Olsen/Toka Film, sum hevur fingið kr. 141.000, og “Søgan um Ruth” hjá Árna Nicolajsen, sum hevur fingið 100.000 krónur.
Hesi 20 fingu stuðul í fyrra umfari:
- Gunrid Hansen/Dagstovnurin á Velbastað, “Børn í grønum umhvørvi”, kr. 17.000
- Jón Hammer/KYK Myndir, til útbreiðslu av “Dalur” og “Skuld” hjá Heiðriki á Heygum, kr. 35.000
- Ingun í Skrivarastovu/ Fish & Film, til útbreiðslu av “Dreymar við havið” hjá Sakaris Stórá, kr. 50.000
- Anton Petersen/ Cinema Polaris, framleiðari Pætur M. Dahl, “Eitt sindur um hvussu vit elska”, kr. 200.000
- Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Enter the Kitchen – Cook Rising”, kr. 250.000
- Sakaris Stórá, einki heiti, kr. 45.000
- Annika á Lofti/Rogviper, “Góða Mary”, kr. 97.000
- Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Havið”, kr. 85.000
- Franklin Henriksen/Levende Film, uttan heiti, kr.28.000
- Eir í Ólavsstovu/Hugmynd, “Í og rundanum eina dupultsong”, kr. 25.000
- Hans Kristian Eyðunsson Hansen/Green Animation Studios, “Marra 2 – Ránsmenn”, kr. 30.000
- Maria Winther Olsen/Toka Film, “Nina”, kr. 141.000
- Julia í Kálvalíð Jacobsen, “Omman”, kr. 86.500
- Franklin Henriksen/Levende Film, “Story Music”, kr. 55.400
- Árni Nicolajsen, “Søgan um Ruth”, kr. 100.000
- Jónfinn Stenberg, “Til barnaføðingardagar og jarðarferðir”, kr. 30.000
- Gudmund Helmsdal/ETK Films, “Trøllabeiggjar”, kr. 50.000
- Anita Hermansen, “Tummas”, kr. 84.000
- John Jacobsen, “Undrið”, kr. 20.000
- Rói Davidsen, “Uttan vón”, kr.14.000
Umsøkjararnir hava fingið umsóknarsvar við grundgevingunum frá ráðgevunum, og teimum stendur eisini í boði at hitta ráðgevarnar á fundi í Mentamálaráðnum, har tey kunnu fáa persónliga ráðgeving um umsóknirnar og filmsverkætlanirnar.
557.100 krónur eru nú eftir til seinna útbýtingarumfar í 2017, sum verður lýst í summar við freist 1. september.
Mentamálaráðið, 7. mars 2017