Tann 6 mars Kl 14 í dag bleiv tvíkiljan Slættanes handað alifelagnum Luna.
Slættanes er 13m long og 6m breið. Tvíkiljan hevur 2 framdriftsmotorar uppá hvør 425 Hk, og ein 70 KVA generator. Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur Palfinger 23 tons krani, ein hydrauliskur kapstanur uppá 6 tons og tveir uppá eitt tons.
Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
Hettar er nýbygningur nr. 45 sum KJ hevur smíðja og nr 7 til Luna. Nýbygningarnir nr. 46, 47 og 48 eru kontraktaðir og farnir í framleiðslu. Nr 46, sum eisini er til Luna, verður handaður teimum í apríl mánaði. Síðani er ein til Bakkafrost og ein til Íslands.
Tvíkiljan Slættanes er gjørd í tøttum samstarvi við Luna, har serligur dentur er lagdur á gott arbeiðsumhvørvi. Hon skal vera góð og trygg at arbeiða við í øllum líkindum og nógv er gjørt fyri at fáa ljóðviðurskiftini so góð sum til ber.
Undirveitarar eru m.a.:
Kári Jóhannesen
Bátatænastan
PFJ EL
Contrive
Gummibátatænastan
Sámal í Jógvansstovu