Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Kringvarpið er farið upp í málið um fiskivinnuna

Heldur enn at lýsa málið og lata føroyingar skilja ymsu áskoðanirnar á ætlanirnar um at skipa fiskivinnuna av nýggjum, so hevur Kringvarpið tikið lógaruppskotið hjá samgonguni til sín og roynir nú at trýsta málið ígjøgnum.

Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilsligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum, boðar kringvarpið frá á egnari heimasíðu.

Men tað, sum vit síggja nú, er, at Kringvarpið aktivt fer inn í málið um fiskivinnunýskipanina fyri at veita samgonguni eina hjálpandi hond fyri at fáa ein meiriluta fyri málinum í Løgtinginum. Tað sást greitt í tí margháttliga kjakinum í sjónvarpinum týskvøldið 7. mars, tá tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, sum ein annar hjúnaráðgevi, royndi at leiða Tjóðveldi og Sambandsflokkin saman.

Sjálvi nevna tíðindafólkini í Kringvarpinum nýggja leistin fyri konstruktivan journalistik. Konstruktivur journalistikkur hevur til endamáls at vísa á loysnir heldur enn bara at finnast at, sum jú er ein vanligur framferðarháttur hjá journalistum.

At Kringvarpið er farið at reka konstruktivan journalistik kann ljóða gott fyri okkum, sum hyggja og síggja, men heitið kann á ongan hátt brúkast um tað, sum fór fram týskvøldið. Fremsta endamálið hjá einum fjølmiðli er at varpa ljós á mál í samfelagnum, soleiðis at borgararnir verða upplýstir og fáa møguleika at taka støðu um ymsu málini.

Men heldur enn at fortelja okkum, hvat innihaldið er í lógaruppskotinum hjá samgonguni, at lýsa fyrimunir og vansar við uppskotinum, hoyra ymsar áhugabólkar og serfrøðingar, so valdi Kringvarpið í kjakinum at seta Sambandsflokkin undir trýst.

Við grafiskum snildum, har reyður ringur var settur um tær báðar síðurnar av heili 105 síðum, sum ósemja var um. Endamálið var so greitt, sum dagurin er langur: “Tit mugu kunnu blíva samdir um tvær síður av 105.” Kringvarpið kundi valt at lagt dent á, at alt kjakið seinastu 10 árini liggur einamest í hasum báðum síðunum, tí tað er har at uppboðssølan goymir seg.

Var grafiska snildan fyrsta trekkið, so var taktikkurin at brúka uppskotið hjá Sambandsflokkinum ímóti teimum sjálvum, næsti leikurin. Hesin leikurin var so væl til rættis lagdur, at Bárður á Steig Nielsen varð tvingaður at nikka og játta í takt við tí sera væl til passar Høgna Hoydal. Tað var ikki konstruktivur journalistikkur. Heldur kendist tað manipulerandi.

Triði leikurin í ætlanini kom fyri ein dag í dag, tá ið Magni Laksáfoss var til reiðar at spæla við í væl tilrættisløgdu kampanjuni fyri at fáa fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni ígjøgnum.

ØLL ONNUR ERU BOÐFRETAR

Í tíðindunum á nátturða í gjárkvøldið laðaði Kringvarpið enn ein varða á gøtuni fram til fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni. Tá kundi Kringvarpið boða frá, at Norðlýsið og fakfeløgini í Norðoyggjum slerdu manngarð um Hanus Hansen. Men heldur enn at tosa við fakfeløgini um, hvat teirra fráboðan snýr seg um, hví tey óttast fiskivinnunýskipanina, og hvussu tey síggja støðuna, so skýtur Kringvarpið boðberan og roynir at avmontera fráboðanina hjá fakfólkunum.

Tey virða ikki fakfeløgini so frægt, at tey tosa við tey. Tey brúka alla orkuna uppá at sáa iva um Norðlýsið og um tað, sum Hanus Hansen hevur sagt. Tað, sum vit fáa burtur úr innslagnum, er, at Norðlýsið rennur ørindi fyri Hanus Hansen. Vakthundurin er knappliga vorðin vakthundur fyri samgonguna og bítur høvdið av teimum, sum ditta sær at muta ímóti Róm.

KRINGVARPIÐ STAÐFESTIR, AT KRINGVARPIÐ GJØRDI RÆTT

Tá Dia Midjord staðfestir, at kjakið heldur seg til redaktionellu fyriskriftina, og javnvág er í orðaskiftinum, so undirstrikar hann bara, hvussu langt út Kringvarpið er vassað í sínum hernaði fyri at fáa fiskivinnunýskipanina hjá Tjóðveldi ígjøgnum.

Óheftni og rættvísur tíðindaflutningur burdu verið bulurin, sum Kringvarp Føroya byggir á. Men útsøgnin hjá kringvarpsstjóranum vísir, at sjálvsrættvísa dunið í kringvarpshellinum er blivið so hart, at tey eru ikki longur før fyri at meta um vanligar journalistiskar leiðreglur.

Eini vælmeint ráð til Kringvarpið má vera, at tey taka fleiri fet aftur og eftirmeta sín egna tíðindaflutning. Uppgávan má vera at lýsa málini sakligt og óheft, at lata ymisk sjónarmið koma til orðanna og kritiskt at eftirkanna og fyrihalda uppáhald hjá øllum pørtum.

Tað er løgin journalistikkur at royna at trýsta politiskar flokkar at ganga í takt. Tað er ikki rættvísur journalistikkur at typpa atfinningarsamar røddir og skýra teir boðfretar. Tað er manipulerandi og óseriøst.

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins