Ein óverulig blanding av skelki og svartskygni hevur rakt fiskivinnuna vítt og breitt mitt í einari gulltíð; vónir verða tó settar til at verandi hoyringar kunnu gera at Landsstýrisins uppskot um ‘Fyrisiting av sjófeingi’ fær munandi ábøtur.
Var tað ikki greitt fyrr, so er eingin ivi longur millum tey ið varða av teimum leiðandi fyritøkunum í fiskivinnuni: tað verður skotið eftir teimum við skørpum. Har er eingin góða mamma, eingin misskiljing — uppskotið um nýskipanir fyri fiskivinnuna fær avleiðingar tann skeiva vegin fyri fiskireiðarí sum Varðan, Christian í Grótinum, JFK og Framherja, og tey virkir sum eru knýtt at teirra virksemi, eitt nú Faroe Origin í Runavík og Kósin í Klaksvík; samstundis kann vandi vera fyri at tey trý stóru uppsjóvarvirkini í Føroyum, sum eisini eru knýtt at somu fyritøkum — Varðin Pelagic á Tvøroyri, Faroe Pelagic í Kollafirði og Pelagos í Fuglafirði — missa trygdina í sínum rávørugrundarlag.
“Jarðarferðarstemningur kring um høvuðsmotorin,” viðmerkti borgarstjórin í Runavík, Tórbjørn Jacobsen, á Facebook. “Nú situr tjóðin væl saktans bara og bíðar eftir at Aksel skrivar út nýval, soleiðis at tað slepst burtur úr ruðuleikanum og kaotisku kósini aftur. Verri enn tað sama fær tað ið hvussu er ikki verið.”
Johnny í Grótinum, formaður í Nýskipanarnevndini sum Fiskimálaráðið í fjør setti at gera tilmæli um nýskipan av lógini um vinnuligan fiskiskap, finst hvassliga at anti-trust reglunum í tí lógaruppskoti sum varð lagt fram tann 6. mars í ár.
“Sum vit skrivaðu í álitinum so er einki vinnuligt ella búskaparligt argument fyri at seta mørk í lógina sum skulu regulera støddina á teimum einstøku vinnufyritøkunum,” segði hann við Kringvarp Føroya. “Tvørturímóti so eru okkara vinnufyritøkur ógvuliga lítlar í altjóða høpi,” legði hann afturat.
Saltfiska mynd Strondum: Maria Olsen