Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Eik Banki leggur alt tilfar fram – Eik

Í málinum um frádrátt fyri undirbalansu í sambandi við yvirtøku av virkseminum frá gamla Eik Banka, hevur Eik Banki avgjørt, at miðlarnir kunnu fáa atgongd til alt tilfar viðvíkjandi málinum.

Endaligu avgerðina frá TAKS leggur bankin út á heimasíðu bankans í fullari longd.
”Ákærurnar frá miðlunum og frá fyrrverandi nevndarlimi hava nú vart í meiri enn 1 ár. Bankin og leiðsla bankans er løgd undir at fremja lógarbrot. Hetta er órimiligt fyri bankan ogstarvsfólkini í bankanum, og eru vit sera hørm um íkomnu støðuna.

Vit hava tí gjørt av, at leggja fram øll skjøl í málinum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.

Síðani skattamálið byrjaði í miðlunum í februar 2016, hevur eitt ótal av ákærum og gitingum verið um Eik Banka og leiðsluna. Har hava verið fleiri tilsipingar og royndir at brúka bankans skjøl, sum hava verið tikið út úr samanhanginum í málinum.

Eik Banki hevur alla tíðina víst á, at talan hevur verið um eina fakliga ósemju, sum neyðugt
varð at leggja fyri landsins skattamyndugleikum. TAKS tók eina avgerð og Eik tók hesa til
eftirtektar. Málið er tískil liðugt fyri Eik Banka.

Eik Banki valdi at almannakunngera høvuðsniðurstøðurnar frá avgerðini hjá TAKS, men valdi ikki at almannakunngerða sjálva avgerðina í fullum líki.

Orsøkin til hetta er, at skattamál eru trúnaðarmál, og í okkara føri viðvíkur tað einans Eik og TAKS. Onnur skjøl og upplýsingar í málinum eru eisini trúnaðarupplýsingar, og tískil hevur bankin heldur ikki almannakunngjørt hetta.

Nú hevur bankin valt at víkja frá hesum útgangsstøði.

”Hetta hevur víst seg at vera skrúvan uttan enda. Nú verður bankin lagdur undir at leggja lok á málið tí, at bankin ikki vil leggja trúnaðarupplýsingar um seg sjálvan fram. Tískil hava vit valt at taka hetta heilt óvanliga stig, at geva almenninginum fult innlit, soleiðis at málið verður lýst rætt og við fullum gjøgnumskygni”, sigur Súni Schwartz Jacobsen at enda.
Avgerðin frá TAKS frá 7. mars 2017, kann lesast í viðheftum skjali.

Tak niður

Tíðindaskriv

Broytingarskriv frá Taks