Home Fólk & Samfelag Fiskivinnunýskipan illa undirbygd.

Fiskivinnunýskipan illa undirbygd.

by OML

Fiskivinnunýskipan er ikki ein spurningur um at verða samdur ella ósamdur. Tað er ein spurningur um fíggjarligan lív ella deyða fyri starvsfólk í vinnuni og tingfólk.

Havi latið mær fortalt, at samráðingarnar ímillum Sambandsflokkin og samgonguna hava tikið støðið í uppskotinum hjá Sambandsflokkinum. Tað ljóðar undarligt at taka støði í einum andstøðu-uppskoti. Tað gevur onga meining. Sjálvandi áttu samráðingar millum eina meirilutasamgongu og ein andstøðuflokk at tikið støði í einum uppskoti frá samgonguni.

Við tað at undirritaði var limur í einum arbeiðsbólki seinasta heyst, havi eg rímuliga gott innlit í hvussu uppskotið bleiv til.

Og orsøkin til hesar reglur er, at uppskotið als ikki er gjøgnumarbeitt og bert ein ella tveir persónar hava gjørt hetta uppskot. Tá vit so leggja avtræt at vitan teirra um fiskivinnu er avmarka, so kann úrslitið ikki verða gott.

Og hetta var samráðingargrundarlagið! Út frá hesum er avgjørt orsøk at stúra.

Undirritaði var í heyst limur í einum arbeiðsbólki við 5 limum. Har var ein fyrrverandi strámaður (Strámaður er vist eitt vítt begreb) Ein reiðari, sum manglar kvotu, ein  fakfelagslimur sum ynskir fleiri limir, ein fyrrverandi fiskifrøðingur og undirritaði.

Tilsamans nógv vitan og tá floksskrivarin upplýsti at vit vóru útvaldir partvíst geografist og serliga eftir vitan, ljóðaði tað rímuligt. Men tá eg seinni fekk at vita, at tað var ein feilur, at eg endaði í nevndini, kom tað mær (púra ódokumentera) til hugs at kanska nevndarlimir vóru valdir eftir hvørja hugsan teir høvdu.

Havandi í huga, at eg og núverðandi Løgtingsformaður fyri júst 4 árum síðani diskuteraðu alt tað nógva tilfarið um fiskivinnu, sum segðist verða á skrivstovu Sambandsfloksins, skal eg skoyta uppí, at fyri mær er tað enn líka loyniligt, sum skattalættin einaferð var. Eg havi fleiri ferðir hoyrt um tað. Men sæð tað havi eg ikki.

Tað gekk illa at fáa fund í lag, tí nevndarlimir áttu sín lut í økingini í ferðafólkatalinum, sum stjórarnir í Vága Floghavn og Atlantic Airways greiddu frá á Landsfundinum. Men tað var sjálvandi í arbeiðsørindum at nevndarlimir stuðlaðu floghavn og flogfelag.

Vit høvdu ca. 4 fundir og innkallaðu nøkur fólk í vinnuni, sum gjørdu okkum tann beina at møta og greiða okkum frá.

Síðan ger ein persónur eitt útkast til tað sum vit sum bólkur skulu koma til.

Á seinasta fundinum møtti ein tinglimur, og greiddi frá at hansara uppskot, sum hann hevði gjørt sjálvur, líktist tí, sum vit aðrir høvdu fingi sendandi frá ”bólkaleiðara okkara” og annars skuldu diskutera seinni.

Hetta var so samtykt aftaná at diskutera í ein tíma!

Hetta var alt avgreitt av bólkinum uppá 14 dagar og ein mána seinni hevði Landsnevnd floksins fund um hetta. Vit vóru ein arbeiðsbólkur og sjálvandi høvdu vit ongan formellan avgerðarrætt.

Síðan almannakunngjørdi Sambandsflokkurin sín fiskivinnupolitik. Og fyrst var formaður floksins í R7 og greiddi frá uppskotinum og síðan næstformaðurin, sum harumframt upplýsti at hann hevði gjørt uppskotið. (tað er ivaleyst rætt, hóast onkur mótmælir,  út frá tí at uppskotini eru rímuliga identisk)

Orsøkin til hesa grein er at varpa ljós á, at tann fiskivinnunýskipan, sum vit eru ávegis at samtykkja, er sera illa gjøgnumhugsa. Arbeiðið aftanfyri er sera lítið og er ikki virðiligt fyri eitt stórt mál sum hetta.

Uppskotið hjá samgonguni er so illa frágingi, at trúgvir floksstuðlar nevna uppskotið sum fyribils útkast sum ikki skal takast fyri áljóðandi.

Út frá tveimum uppskotum, sum eru illa umhugsa skulu 22 tingmenn sum ongan kunnleika hava til fiskivinnu samráðast fyri at gera ein framtíðar fiskivinnupolitik. Tað er ikki neyðugt at verða búskaparfrøðingur fyri at rokna sannlíkindi fyri úrslitinum.

Tað kann bara enda galið. Rættuliga nógv meira galið enn nakar hugsar.

 

Eivind Jacobsen

Strendur

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.