Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Báðir partaeigarar eins kunnaðir

Á felags nevndarfundi í dag við nevndirnar í TF Holding samtakinum, varð tilgongdin í samband við keypið av teim síðstu 30% í Eik Banka gjøgnumgingin. Nevndirnar hava havt møguleika at umrøða gongdina við stjórn.

Eftir fundin staðfestu nevndirnar m.a., at báðir partaeigarar hjá Eik Banka fingu eins kunning um avgerðina hjá TAKS. Nevndin í Eik Banka varð kunnað á nevndarfundi tann 24. august 2015. Umboðið hjá Finansiel Stabilitet var ikki til staðar á fundinum, men fekk kunning sendandi 31. august 2015, kl. 09.40. Vit mugu tó tíanverri staðfesta, at hendan kunning fór ikki víðari til Finansiel Stabilitet. Staðfest varð eisini at Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik Banka, hevur hildið sína fráboðanarskyldu í samband við keypstilgongdina av bankanum.

Nevndirnar vóru nøgdar við kunningina, sum tær tóku til eftirtektar, og meta málið at vera avgreitt.

Tórshavn 20. mars 2017

Arni D. Brattaberg, nevndarformaður í TF Holding

Torben Nielsen, nevndarformaður í Eik Banka

 

Tak niður

Tíðindaskriv