Home Tíðindir Betri fingið nýggjan leiðslubygnað

Betri fingið nýggjan leiðslubygnað

by OML

Betri kann í dag kunngera, at Jean Djurhuus er settur sum tryggingarstjóri og Helgi L. Petersen sum pensjónsstjóri í Betri. Nýggjur bankastjóri verður settur, so skjótt sum til ber.

Nevndin hjá Betri p/f, fyrrverandi TF Holding, avráddi í fjør summar, at alt virksemi hjá feløgunum, tað er fígging, trygging og pensjón, umframt húsamekling, skuldi rekast sum eitt samtak, har tætt samstarv er millum øll feløgini. Henda skipan ber í sær, at feløgini kunnu veita kundanum enn betri tænastur.

Arbeitt hevur verið eina tíð við at menna bygnaðin, fyri at kunna útinna avgerðina hjá nevndini í verki. “Vit eru tí errin av, at vit í dag kunnu navngeva bæði nýggjan samleika og nýggjan leiðslubygnað”, sigur Arni D. Brattaberg, formaður í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Samtakið er nú skipað við móðurfelagnum Betri p/f og dótturfeløgunum Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón, umframt Betri Heim, sum er dótturfelag hjá bankanum. Hesi feløgini eru stjórnað soleiðis:

Betri p/f
Arni D. Brattaberg, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri

Betri Banki p/f
Torben Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri

Betri Trygging p/f

Lars Bonde, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Jean Djurhuus, stjóri

Betri Pensjón p/f
Bogi P. Nielsen, formaður, Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri og Helgi L. Petersen, stjóri

Betri Heim p/f
Súni Schwartz Jacobsen, formaður og Kára á Dunga, stjóri

Høvuðsuppgávurnar hjá Betri p/f eru at røkja allar stápsuppgávur hjá dótturfeløgunum, so
sum roknskap, KT, menning, starvsfólkaviðurskifti og marknaðarføring, umframt at virka
sum skrivstova hjá nevndunum.Tað er Súni Schwartz Jacobsen, sum er forstjóri í felagnum.
Í samtaksleiðsluni eru: Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, Jean Djurhuus, tryggingarstjóri,
Helgi L. Petersen, pensjónsstjóri umframt Ole Guldborg Nielsen, fyri fíggjarøkið og Mortan
Poulsen, fyri stápsøkið. Harumframt skal setast ein nýggjur stjóri fyri Betri Banka, sum eisini verður partur av samtaksleiðsluni.

“Vit kunnu longu frá í dag bjóða kundum okkara tænastur innan fígging, trygging, pensjón
og húsamekling um eina leið og síggja fram til at kunna veita eina enn Betri tænastu,” sigur
Arni D. Brattaberg at enda.

Tak niður

Tíðindaskriv

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.