Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

‘Latið tykkum í spennitroyggju og leypið á bláman’

Óskilligt anti-trust, rættindi á uppboðssølu, bann móti útlendskum kapitali, avmarkingar fyri avreiðing uttanlands, skeivar umrokningar frá døgum til kvotur, ógreiðar reglur, villar heimildir til politikarar — skal vinnan skutlast?

Búi Tyril, Master útbúgving frá Robert Gordon University, Aberdeen (MSc Corporate Communication & Public Affairs).

Sjáldan um nakrantíð man, av politiskum brimbrotum, hava leikað so hart á bulin í føroyskari fiskivinnu. Allastaðni frá hoyrist alarmur um eitt ófantaligt lógarsmíð sum herfyri varð lagt alment fram undir heitinum “Uppskot til Løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi” — ein fløkjaligur orðastreymur um straff, spennitroyggjur og seyðbond fyri tey ið fáast við fiskivinnu og, í sama andadrátti, upplegg til glíðandi hálar, markleysar og ógjøgnumskygdar heimildir fyri ein landsstýrismann.

Hvør veit, kanska er hetta taktikkur á høgum stigi, ið vil okkurt ítøkiligt sum enn ikki er avdúkað; ella er bara talan um ein óndan ruðuleika av neyðsemjum og ómegd aftan fyri politisk leiktjøld? Hvat annað skuldi tað kunnað verið?
Hvat hetta enn er, so tykist vera stungin út í kortið ein kollektiv óðamannaferð ið so ella so skal revsa alt og øll ið tey seinnu árini hava havt hegni, dirvi og umstøður til at byggja upp líkinda styrki innan føroyska fiskivinnu. Og so hendir tað mitt í gyltasta tíðarskeiði nakrantíð fyri okkara útflutningsvinnu.
Anti-trust reglurnar í lógaruppskotinum hava verið fyri lemjandi atfinningum av øllum ættum, og ei undur í. Skulu tær setast í verk soleiðis sum ætlað sambært fløkjutekstin, aftur við uppboðssøluni av tí nógva av føroyskum veiðirættindum, so skulu allar tær leiðandi fyritøkurnar í okkara fiskivinnu ikki bert forðast í at vaksa meira men beinleiðis skerjast í sínum verandi virksemi. At tílíkt sannlíkt fer at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri arbeiðspláss í Klaksvík og Runavík, og helst aðrastaðni við — eitt nú á Tvøroyri, í Kollafirði og í Fuglafirði — átti at fingið øll avvarðandi fakfeløg upp úr stólinum, soleiðis at landsins lógarsmiðir kunnu fáa høvi til at gera neyðugar ábøtur.
Les meira: http://www.fiskivinnan.com/2017/03/lati-tykkum-i-spennitroyggju-og-leypi.html#more
Tilvildarlig savnsmynd 24.fo Fiskiskip