Home Ung & Ítróttur Røða: Føroyskir knassar á Kýpros

Røða: Føroyskir knassar á Kýpros

by OML

Røða: Avrikið hjá føroyska U-17 landsliðnum er størsta hendingin í føroyskum ungdómsfótbólti nakrantíð, heldur løgmaður.

Størsta hendingin í føroyskum ungdómsfótbólti nakrantíð. Soleiðis lýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, flotta avrikið hjá føroyska U-17 landsliðnum í fótbólti, sum hevur vunnið seg víðari til EM-endaspælið í Kroatia, á móttøku í FSF-húsinum seinnapartin. Løgmaður helt fyri í røðu síni, at føroyskur fótbóltur er í einari sera spennandi legu í løtu.

“Føroyskur ungdómsfótbóltur er í einari broytingartíð. Yngra ættarliðið hevur ein meira miðvísan hugburð. Venur meira. Vil liva av at spæla fótbólt. Vil royna seg uttanlands. Og við hesum hugburði røkkur tú langt. Tað hava tit allir prógva í ríkiligt mát við tykkara komandi EM-luttøku”, vísti løgmaður millum annað.

Lesið røðu løgmans her

 

Christian Andreasen, forseti, flutti eisini fram røðu.

 

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.