Fíggjarmálaráðið hevur sett Gilla Wardum sum nýggjan stjóra á Hagstovu Føroya.
Gilli hevur drúgvar royndir innan hagfrøði. Seinastu mongu árini hevur hann millum annað ment og viðlíkahildið búskaparmyndilin fyri Føroyar. Hann hevur starvast sum ráðgevi innan strategiska ráðlegging og greiningar í Danmark. Frá 2003 til 2013 arbeiddi hann í Landsbanka Føroya. Síðani starvaðist hann á Hagstovu Føroya frá 2013 til 2016. Og frá 2017 hevur hann aftur starvast í endurstovnaða Landsbanka Føroya.
Gilli er útbúgvin búskaparfrøðingur og hevur harumframt tikið leiðsluútbúgving.
Gilli er 46 ára gamal og ættaður úr Hoyvík. Hann byrjar væntandi í starvinum í maj mánað.