Tilhaldslógin: Nýggja lógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing ger tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd ella órógvað.
Fyrrapartin bleiv tilhaldslógin, sum løgmaður legði fram í novembur 2016, einmælt samtykt við 3. viðgerð í Løgtinginum. Nýggja lógin um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing ger tað lættari at verja fólk, sum verða tráfylgd (stalka) ella órógvað. Eitt nú verða reglurnar um tilhald greiðari, og eisini verður møguligt at vísa einum harðligum persóni burtur úr heiminum.
“Tað skal vera lættari hjá fólki at verja sítt persónliga frælsi. Vit eiga at skapa meira tryggleika hjá teimum, ið eru fyri ágangi. Tí gleðir tað meg, at eitt samt Løgting stendur saman um nýggju tilhaldslógina, ” sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Átøk úr heildarætlanini um harðskap í parlagum og nærsambondum eru nýtt sum grundarlag fyri ásetingarnar í lógini um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing. Heildarætlanin varð givin út í 2011.
Høvuðstættirnir í nýggju lógini eru:
- Tilhald fer framyvir at verja fyri øllum slagi av sambandi, sum verður mett at vera brot á persónliga friðin.
- Tað ber til at geva uppihaldsforboð innanfyri eitt landafrøðiliga greitt avmarkað øki, t.d. nærhendis heimi ella arbeiðsplássi hjá órættaða.
- Persónur eldri enn 18 ár kann í eitt styttri tíðarskeið vísast burtur úr heimi sínum. Treytin er, at viðkomandi er undir illgruna fyri brot á revsilógina. Ein persónur kann eisini vísast burtur, um hann ber seg at á ein slíkan hátt, sum kann vera hóttandi móti húsfólkinum.
- Tilhald og uppihaldsforboð fevnir eisini um húsfólk hjá órættaða, um hetta verður hildið neyðugt fyri at røkka endamálinum við tilhaldinum ella uppihaldsforboðnum.
- Tráfylging (stalking) er allýst sum skipað og áhaldandi forfylging og ágangur, og hetta verður mett sum ein skerpandi støða, tá revsing skal ásetast.
- Um ein persónur hevur verið fyri grovum og vandamiklum brotsverki, skal tað beinanvegin kunna geva gerningsmanninum tilhald, soleiðis at órættaði og næstringarnir ikki skulu tola samband o.a. við gerningsmannin.