Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag hitt íslendska starvsbróður sín, Guðlaug Þór Þórðarson, uttanríkisráðharra.
Á fundinum umrøddu ráðharrarnir handilin millum Føroyar og Ísland við støði í Hoyvíksáttmálanum. Poul Michelsen legði dent á, at neyðugt er við betri handilsliga javnvág landanna millum.
Ósemjan um lodnufiskiskap, forðingarnar at útflyta føroyskan heilivág til Íslands og loyvi at kumulera vørur í Føroyum at selja til Íslands vórðu viðgjørdar.
“Tað er avgerðandi, at Hoyvíkssáttmálin livir upp til endamálsorðingina soleiðis, at sáttmálin gagnar báðum londum. Samstarvið landanna millum tolir ikki stóran ójavna í handilsviðurskiftunum ” segði Poul Michelsen á fundinum.
Guðlaugur Þór Þórðarson var jaliga sinnaður og bað um nakað av tíð at viðgera føroysku ynskini politiskt. Semja varð um at taka málið upp aftur seinni í ár – møguliga tá ráðharrarnir hittast í Føroyum í mai.
Eisini umrøddu Poul Michelsen og íslendski starvsbróðir hansara føroysku ætlanirnar at gerast limur í EFTA handilsfelagsskapinum, og um arbeðið at tryggja Føroyum fullan limaskap í norðurlendska samstarvinum. Guðlaugur Þór Þórðarson endurtók, at Ísland framvegis stuðlar Føroyum á hesi kós.
Nú Bretland formliga byrjar tilgongdina at fara úr ES í næstu viku, tosaðu Poul Michelsen og Guðlaug Þór Þórðarson eisini um tær felags avbjóðingar og møguleikar, sum í tí sambandi eru fyri framman.
Í gjár var Hoyvíkssáttmálin eisini til viðgerðar á fundi millum Poul Michelsen og Þórdís Kolbrún R. Gylfadóttir, ferðamála-, ídnaðar- og nýskapanarráðharra, tá tey høvdu fund um vinnumál av felags áhuga. Millum annað greiddi íslendski ráðharrin frá hvussu íslendskir myndugleikar royna at loysa tær avbjóðingar, ið standast av nógv øktu ferðavinnuni í Íslandi.