Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Samgongan raðfestir vardar bústaðir í Suðurstreymoy

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Samgongan hevur gjørt av at seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um bústaðarumstøðurnar hjá fólki við serligum tørvi, og hevur tí í tíðarskeiðnum 2017 – 2022 í hyggju at seta áleið 200 mió. kr. av á fíggjarlógini til átøk, sum fara at útvega fleiri og tíðarhóskandi vardar bústaðir í Suðurstreymoy. Hetta kom fram á tíðindafundinum í morgun í Fíggjarmálaráðnum, har játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram.

“Tað er avgerandi neyðugt, at vit nú raðfesta bústaðir og harvið virðilig kor til okkara veikastu borgarar, sum í so mong ár hava staðið í aftastu røð, tá um bústaðir ræður” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Ein frágreiðing er gjørd, sum lýsir støðuna á vardu bústøðunum kring landið. Í frágreiðingini verður staðfest, at tað er serliga í Suðurstreymoy, at støðan er ring.

Átøkini tey næstu árini fevna um bústaðir til fólk við menningartarni, sálarsjúku, og seinheilaskaða, umframt at byggja nýggjan bú- og viðgerðarstovn til børn og ung við autismu og eitt nýtt barnaheim.

Nógv fólk standa í dag á bíðilista til vardan bústað. Við hesi ætlan verður mett, at bíðilistin til vardar bústaðir minkar munandi, umframt at tey gomlu sambýlini verða niðurløgd soleiðis, at tey, ið húsast í umbygdum sethúsum fáa meira virðiligar bústaðir. Mett verður eisini, at fleiri borgarar við hesum fáa dagtilboð og umlætting.