Home Fólk & Samfelag Viðmerking til “Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag”

Viðmerking til “Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag”

by OML

Viðmerking til “Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag:”Ummæli av lógaruppskoti um fyrisiting av sjófeingi (fiskivinnunýskipanin)””

Tað var við stórum áhuga, at eg fór undir at lesa svarið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG).

Roknaði við, at svarið fór at verða merkt av viðkomandi liberalum sjónarmiðum so sum frí kapping, gjøgnumskygni, fair play osv.. Skjótt gjørdist greitt, at hesi hugtøk eru totalt fráverðandi í svarskrivinum.

Eftir at hava lisið svarið standi eg eftir við eini undarligari kenslu. Spyrji meg sjálvan hvør verðuliga hevur skriva hetta svar og hvat er endamálið við skrivinum ?. Er svarið góðkent av nevndini, áðrenn tað er latið mynduleikunum ?.

Svarið leggur eftir mínari metan upp til eitt ella annað slag av planbúskapi. Kapping skal avmarkast, betur er at hava fáar fyritøkur ið ikki skullu kappast um uppgávurnar men heldur fáa stóran vinning fyri síðan at brandskattast.

Eftir skrivinum at døma so burdi verði betur, at Vodafon ikki var til men, at Føroya Tele skuldi verði einsamalt, skapt størri úrslit fyri síðan at brandskattast. Sama við Effo og Magn. Møguliga burdi Bakkafrost verði eina alari í Føroyum ? osv osv.

Ì stuttum verður tilmælt ”minni kapping og økt skattatryst”

Serliga eitt brot í svarskrivinum vekjur ans, FAG skrivar :

”Ein uppboðssøla av rættindum viðførir sannlíkt, at eisini vanligi vinningurin verður útholaður yvir tíð, tí tað eru tey mest órealistisku boðini, sum vinna á uppboðssøluni.”

Heldur FAG, at luttakararnir í útbjóðing ella á uppboðssølum eru so lítið at sær komnir, at teir ikki klára, at metu um hvat ið teir bjóða og um so er hvat grundar FAG hesa uppfatan á ?

Hevur FAG broytt meining og nú vil frámæla fría kapping ? Ein kapping har ið allir luttakarar eru eins stillaðir tá ið teir bjóða

Aftur at hesum hevur arbeiðsgevarafelagið meining um kvotur og/ella fiskidagar. Helt og haldi framvegis, at tað ikki er uppgávan hjá FAG at koma við meting um hvussu fiskiskapur og fiskifrøði skal skipast undir Føroyum.

Hevði stutt sagt ikki droymt um at FAG fór at koma við slíkum hoyringssvari.

Vh

Meinhard Jacobsen (MJ) Msc. Fiskivinnutøkni.

 

Savnsmynd kvf

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.