Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Lívfrøðiligar kanningar av makrelveiðu

Mynd frá kvf uppisjóðarveiða

Tá stovnsmetingar verða gjørdar av t.d. makreli, er ein av høvuðskeldunum veiðitøl frá fiskiskapinum. Tí er umráðandi at fáa sýni av veiðuni til Havstovuna, soleiðis at longd og aldur á fiskinum kann staðfestast. Hesi sýni skulu tí verða umboðandi fyri fiskiskapin, bæði fyri árstíð og fiskiøki.

Um hálvan januar fekk Havstovan eitt sýni av makreli, sum Hoyvíkingur hevði fiskað í ES-sjógvi nakað sunnan fyri føroyska markið.

Tá Havstovan tekur lívfrøðilig sýni av fiski, verður fiskurin longdarmátaður og vigaður, og búningarstig og kyn verða skrásett. At enda verða nytrurnar tiknar úr fiskinum – síðani verður aldurin lisin í nytrunum. Tá stovnsmetingin av t.d. makreli verður gjørd, skal øll veiðan gerast upp sum veiða av hvørjum aldursbólki sær, og tí er alneyðugt, at vit kenna aldursbýtið í veiðuni.

Til endaligu stovnsmetingarnar verður aldursgreinað veiða gjørd upp fyri hvørt fiskiøki og ársfjórðing sær. Um fleiri sýni eru fingin í einum ársfjórðingi, verða hesi sýnini løgd saman, áðrenn veiðitølini verða uppgjørd.

 

Mynd. Longdarbýtið og aldursbýtið av makrelinum í hesum sýninum er víst í ovaru myndunum. Í niðaru myndunum er víst sambandið millum longd og vekt og millum aldur og longd.

Kelda Havstovan mars 2017 mynd uppisjóðarskip mynd frá kvf.fo