Home VinnutíðindiAlivinna Aðalfundur Bakkafrost  

Aðalfundur Bakkafrost  

by OML

 

Bakkafrost hevði aðalfund á Glyvrum í dag (4 apríl). Ársroknskapur felagsins fyri 2016 varð góðkendur. Í frágreiðingini á aðalfundinum kom nevndarformaðurin Rúni M. Hansen millum annað inn á týdninginum av burðardyggum rakstri og týdningin av at hava kappingarførar karmar. Hann segði:

Tær stóru íløgurnar, sum vit hava gjørt og gera, hava sum endamál at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan og gera felagið kappingarførari í mun til útlandið. Vit skulu ikki gloyma, at tað er við útlandið, vit kappast. Standa vit okkum í kappingini, kunnu vit varðveita arbeiðspláss í landinum. Tað er tá, vit kunnu skapa virksemi og virðisøkja í Føroyum. Vit mugu stremba eftir at reka felagið so effektivt og burðardygt sum gjørligt, og politikararnir mugu miða ímóti at seta kappingarførar karmar í mun til útlandið. Svíkur ein av hesum fortreytum, missa vit øll bæði arbeiðsplássini og virðisøkingina út av landinum, og harvið tapir alt samfelagið.

Rúni M. Hansen vísti eisini á týdningin av framhaldandi at hava virðisøking og menning í brennideplinum og helt fram:

Stór virðisøking fer longu fram í dag. Á stóra virkinum á Glyvrum, sum júst er tikið í nýtslu, koma 300 fólk at arbeiða við at virðisøkja laksin til hádygdarvørur. Á Havsbrún arbeiða 90 fólk, sum virðisøkja fisk og slógv til dygdar- og heilsugott fóður, sum ger føroyska laksin heilt serstakan. Hetta hava okkara marknaðar- og sølufólk gjørt sær dælt av, og í dag fáa vit eyka prís fyri eyka førleikan, sum øll okkara fólk hava víst, hvør á sínum øki.

Ætlanin við nýggja virkinum á Glyvrum er at fara enn longri við virðisøkingini og at nýta gamla virkið á økinum til menning av nýggjum vørum og gransking annars. Eisini verður nýtt virki tikið í nýtslu inni á Havsbrún í Fuglafirði seinni í árinum, har laksalýsi verður framleitt úr innvøli, skræðu og avskurði av laksinum, sum higartil hevur verið selt bíliga til djórafóður. Ætlanin er, at henda framleiðsla verður matvørugóðkend. Harvið verður alt á laksinum brúkt og selt sum heilsugóður matur.

Tað er av alstórum týdningi, at vit sum felag framhaldandi menna okkum á øllum økjum. Bakkafrost hevur helst longstu virðisketu innan laksaaling og virðisøking úr aldum laksi í heiminum. Vit framleiða sunnar og vælsmakkandi dygdarvørur til altjóða marknaðin og mugu alla tíðina leggja dent á eina burðardygga og kappingarføra framleiðslu gjøgnum alla virðisketuna. Á hendan hátt kunnu vit skapa virðir til okkara kundar, partaeigarar og til alt samfelagið.

 

Rúni M. Hansen vísti eisini á, at um Bakkafrost framhaldandi skal vísa á góð úrslit, so má Bakkafrost leggja høvuðsdentin á lívfrøðina:

Bakkafrost leggur alla orku í at fremja eitt so sunt og lívfrøðiligt vakstrarumhvørvi sum gjørligt. Vit arbeiða miðvíst fyri at uppfylla hægstu veterineru og lívfrøðiligu krøv. Lívfrøðin hevur alstóran týdning í framleiðsluni av alilaksi og skal altíð vera í brennideplinum.

Gongdin í 2016

Í 2016 seldi Bakkafrost fyri tilsamans 3,2 milliardir krónur. Bakkafrost gjørdi íløgur fyri 687 milliónir krónur, harav størstu íløgurnar vóru í nýggja kryvji- og portiónsvirkið á Glyvrum og í smoltstøðina á Viðareiði. Nettoúrslitið fyri 2016 var 1.339 milliónir krónur. Í meðal vóru 870 løntakarar á lønarlistanum í 2016; fulltíðarstørv fyri árið vóru 820. Bakkafrost fer at gjalda 425 milliónir krónur til parteigararnar í vinningsbýti.

Nevndin er nøgd við úrslitið hjá samtakinum í ár og nýtir høvið at takka starvsfólkunum fyri avrikið í 2016.

Nevndin hevur avgjørt at lata starvsfólkunum ein eyka ágóða í partabrøvum, svarandi til 2% av vunnu A-inntøkuni í 2016.

Á aðalfundinum stóðu nevndarlimirnir Annika Frederiksberg og Øystein Sandvik fyri vali, og bæði vórðu afturvald eftir tilmæli frá valnevndini. Rúni M. Hansen varð afturvaldur sum nevndarformaður fyri tvey ár eftir tilmæli frá valnevndini.

Leif Eriksrød og Eyðun Rasmussen vórðu afturvaldir í valnevndina hjá felagnum fyri 2 ár, og Gunnar í Liða varð afturvaldur sum formaður í valnevndina fyri 2 ár. Grannskoðari felagsins P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, heldur fram sum grannskoðari.

Á aðalfundinum, sum var opin fyri tíðindafólki, møttu partaeigarar, sum eiga 48,3% av felagnum.

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.