Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Árligi prísvøksturin er nú 1,2 prosent

Tilvildarlig savnsmynd 24.fo

Fyrsta ársfjórðing vóru brúkaraprísirnir 1,2 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Hetta er nakað meira enn fjórða ársfjórðing í fjør, tá árligi prísvøksturin var 0,8 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur síðan fjórða ársfjórðing í 2012. Hetta skrivar Hagstova Føroya.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. og ymiskar vørur og tænastur. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 23,4 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,1 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 4,5 prosent seinasta árið.

Prísirnir á brennievni til akfør eru hækkaðir 17,7 prosent, og samanlagt er flutningur hækkaður 3,3 prosent.

Árligi prísvøksturin á matvørum var 0,6 prosent fyrsta ársfjórðing, samanborið við 1,1 prosent fjórða ársfjórðing í fjør.

Príslækkingin í nýtslubólkunum innbúgv, húsbúnaður o.l. var 3,0 prosent og í bólkinum ymiskar vørur og tænastur 1,4 prosent.

0,2 prosent upp seinasta ársfjórðingin

Frá fjórða ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár hækkaði brúkaraprístalið 0,2 prosent.

Mesti prísvøkstur seinasta ársfjórðingin hevur verið í bólkunum býli, 1,3 prosent, meðan prísirnir í bólkunum rúsdrekka og tubbak, flutningi og hotell eru farnir 0,7 prosent upp. Mesta príslækking hevur verið í nýtslubólkinum innbúgv, húsbúnaður o.l., -1,3 prosent.

Brúkaraprístalið fyrsta árssfjórðing var 117,5 samanborið við 117,3 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør var brúkaraprístalið 116,1.

Dagførd og útgreinaði hagtøl um prístalið eru at finna í hagtalsgrunninum her.

(Mynd: FK.fo)

Video-grafikkur kann takast niður her