Home Fólk & Samfelag Ráðstevna á Havstovuni

Ráðstevna á Havstovuni

by OML

Mikudagin 19. apríl verður ein lítil ráðstevna á Havstovuni við heitinum

Klimatiskar og havfrøðiligar broytingar í havøkinum millum Føroyar og Grønland og ávirkan teirra á plankton og fisk.

Í 2013-2015 játtaði danska stjórnin 10 mió. kr til oman fyri nevnda granskingarevni. Umboð fyri Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, DTU-aqua og Aarhus Universitet hava skipað arbeiðið. Havstovan hevur staðið fyri leiðslu og umsiting av granskingarprogramminum.

Fimm granskarar hava arbeitt við hvør sínum evni, og nú arbeiðið er um at vera liðugt, verður tikið samanum. Eisini halda aðrir granskarar á Havstovuni fyrilestrar um viðkomandi granskingarúrslit.

Skráin sæst her.

 

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.