Undirritaðu feløg heita hervið á landsins leiðslu um at steðga á við arbeiðnum at gera eina nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna, og feløgini taka á ongan hátt undir við uppskotinum, sum landsstýrið sendi til almenna hoyring herfyri.
Feløgini mótmæla, at føroyska fiskivinnan og atknýtt arbeiðspláss verða brúkt í einari roynd hjá landsstýrinum, og at grundarlagið undir núverandi feløgum í vinnuni spakuliga verður máað burtur. Framtíðarútlitini hjá flotanum eru tískil sera óviss, eins og grundarlagið hjá vinnuni og tess arbeiðspláss eru í vanda.
Feløgini mótmæla, at landsstýrið ætlar at luta út fiskirættindi umvegis uppboðssølu. Hetta skapar ein sera stóran ótryggleika í føroysku fiskivinnuni og kann eisini hótta tey arbeiðspláss, sum hendan vinnan hevur skapt seinastu árini. Hetta kann eisini skapa ótrygg og óskipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum. Skipanin er harumframt sett soleiðis saman, at verandi rættindi við tíðini verða útholað, soleiðis at øll rættindi við tíðini enda á uppboðssølu.
Samanumtikið er uppskotið sera ógreitt, ófullfíggjað og skapar eina stóra óvissu hjá feløgum og starvsfólki í fiskivinnuni. Tí er tað ábyrgdarleyst at halda áfram við eini so kollveltandi nýskipan. Niðanfyristandandi feløg mæla enn einaferð til, at landsstýrið steðgar á og útsetir hesa tilgongdina, soleiðis at ein fiskivinnunýskipan kann fáa eina holla og virðiliga viðgerð og ikki skal skundast ígjøgnum løgtingið uttan at allir partar kenna avleiðingarnar av uppskotinum.
Vinarliga,
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Handverkarafelag
Vestmanna Handverkarafelag
Vága Handverkarafelag
Norðstreymoyar Handverkarafelag
Nes Sóknar Handverkarafelag
Fuglafjarðar Handverkarafelag
Arbeiðarafeløgini í Klaksvík
Føroya Reiðarafelag