Innflutningurin fyrstu 2 mánaðirnar í ár var 1,2 mia. kr. Tað eru 20% meir enn somu mánaðir í fjør. Uttan skip og flogfør var vøksturin 10%. Sama tíðarskeið var útflutningurin 1,5 mia. kr. Tað eru 15% ella 200 mió. kr. meir enn í fjør.
Hagstovan » 19. apríl 2017
Skip og brennievni øktu mest um innflutningin
Innflutningurin fyrstu 2 mánaðirnar í ár var 1,2 mia. kr. Tað eru 20% meir enn somu mánaðir í fjør. Um vit ikki telja skip og flogfør við, var vøksturin 10% ella 93 mió. kr.
Tað er serliga vøkstur í innflutningi í bólkinum “skip og flogfør”, men vit hava eisini innflutt meir av brennievni. Tað er prísvøksturin í hesum vørubólki sum ger, at vøksturin í virði er munandi størri enn vøksturin í tonsum.
Uppsjóvarfiskurin økti nógv mest um útflutningin
Samlaði útflutningurin fyrstu 2 mánaðirnar í ár var 1,5 mia. kr. Tað eru 200 mió. kr. meir enn í fjør. Tað eru serliga uppsjóvarsløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt meir av. Hetta er eisini einasti vørubólkur, har útflutningurin er vaksin í nøgd.