Danska vinnulívsblaðið Børsen hevur í dag kunngjørt árliga yvirlitið yvir tryggastu bankarnar í danska kongaríkinum. Úrslitið av váðametingini hjá blaðnum og óhefta granskingarstovninum Bankresearch vísir, at Betri Banki er tryggasti bankin í kongaríkinum.
“Hårdt og ærligt bankarbejde har løftet færøske Betri Banki – tidligere Eik Bank – op som landets mest solide bank” skrivar Børsen í dag. Betri Banki deilir fyrsta plássið við Borbjerg Sparekasse.
Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Betri Banka, fegnast um góða úrslitið og sigur: “Úrslitið vísir, at tað hevur verið rætt hjá okkum at hugsavna okkum um kjarnuvirksemið í bankanum og miðvíst seta kundan í miðdepilin. Vit hava í dag ein sera tryggan og góðan banka, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av og sum kundin kann kenna seg tryggan í.”
Sí alt yvirlitið hjá Børsen her.