Í seinasta lesarabrævi spurdi eg, um Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) kundi koma við dokumentatión fyri sínum uppáhaldi, um at nótaflotin hevur framt ta tillaging, sum FAG førir fram, nevniliga frá 20 til 7 skip. Enn er onki svar komið frá FAG hesum viðvíkjandi.
Eg skilji tað soleiðis, at tað er hesari tillaging frá 20 til 7 skip, sum FAG vil geva æruna fyri tann framburð, sum hevur verið í hesum partinum av flotanum. Vit mugu minnast til, at tillagingin av nótaflotanum bleiv framd, áðrenn Føroyar kravdu størri part av uppsjóvarkvotunum.
Meðan bíðað verður eftir svari frá FAG, skal eg her royna at lýsa ta tillaging, sum mær kunnugt er gjørd innan nótaflotan undir verandi skipan.
Tá ið skipanin byrjaði í 1994, vóru sambært Fiskimálaráðnum seks sokallaði nótaskip, nevniliga: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg og Krúnborg – umframt frystitrolarin, Esther.
Í 2017 eru mær kunnugt sjey nótaskip: Jupiter, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu, Christian í Grótinum, Norðborg, Fagraberg og Høgaberg.
Fyri nótaflotan var galdandi :
1994 2017 Broyting í %
Tal av skipum 7 7 0%
LxBxD 35695 78424 220%
BT 9457 22875 242%
HK 20364 56805 279%
Kvadratrót (BTxHK) 14.940 45.610 305%
LxBxDxHK 106.696.992 644.096.054 604%
Nýttu tølini eru úr Álmanakkanum fyri árini 1995–2016.
Sí eftirfylgjandi mynd fyri samlaðari tillaging av Nótaflotanum frá 1994–2017.
Fyri heimaflotan er grundreglan tann, at veiðiorkan samlað sæð ikki má vaksa, men í mest lagi verða tann sama ella minka. Tá veiðievni verða útroknað, er LxBxD (rúmmeturreglan) ein høvuðstáttur og fyri trolarar harumframt maskinorka (LxBxDxHK). Tvs. at ein tillaging í hesi skipan viðførir ein eykakostnað umframt kostnaðin av nýggja stálinum, tí hvør m3 og hvør HKskal útvegast frá øðrum feløgum í skipanini. Eitt undantak frá hesari grundreglu um nýtsluna av LxBxD er tó galdandi fyri fiskifør í bólki 3 (størri línuskip), har rúmmeturreglan bleiv strikað í 2011.
Av omanfyristandandi framgongur, at talið av nótaskipum er óbroytt (7), men at tann sokallaða ”tillagingin“ er ein sera stórur vøkstur í veiðiorkuni. Verður roknað eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri heimaflotanum (LxBxDxHK), so er talan um ein vøkstur upp á umleið 600%. T.v.s. veiðiorkan er seks ferðir størri, enn hon var. Hetta er tó fult lógligt – fyri henda partin av flotanum.
Um tað er hesari tillaging av flotanum – og ikki fleirfaldingini av tilfeinginum – ið FAG vil geva æruna fyri, at tað gongur so væl hjá nótaflotanum, so skilji eg púrt einki. Logikkurin í tí, sum FAG førir fram, má so vera tann, at flotin undir Føroyum hevði havt tað fínt, um hann – eins og nótaflotin – ótálmaður slapp at vaksa um síni veiðievni. Ella hvat?
FAG hevur eisini eina tilráðing um kvotur mótvegis fiskidøgum. FAG hoyrir til tey, ið ferð eftir ferð føra fram, at tað er nógv betri við kvotum enn fiskidøgum. Í hesum sambandi verður eisini víst á, hvussu væl reiðaríir, sum virka undir kvotaskipanum klára seg; og aftur her verður víst til nótaflotan og/ella flotan í Barentshavinum.
Tá ið onki annað framgongur av viðmerkingunum hjá FAG, so reisir hettar náturliga spurningin, um FAG eisini er av teirri fatan, at tað er kvotaskipanini (og ikki fleirfaldingini av rættindunum at fiska í skipanini) fyri at takka, at vit ótálmað kunnu vaksa um veiðuorkuna hjá nótaflotanum? Og um tað er fiskidagaskipanini fyri at takka, at tað sama ikki er galdandi fyri heimaflotan?
Hetta leiðir so til spurningin: um FAG eisini er av teirri fatan, at heimaflotin kann fremja sama ótálmaða vøkstur, um kvotaskipanir heldur enn fiskidagaskipanir verða ásettar fyri allan fiskiskap?
Generellar og ítøkuligar viðmerkingar frá FAG um ítøkulig vinnuviðurskifti eru sjálvandi uppá sítt pláss her. Tað at viðmerkja er jú ein av kjarnuuppgávunum hjá FAG.
Tá ið FAG kemur við ítøkuligum upplýsingum, sum skullu eitast at undirbyggja eina støðutakan hjá felagnum til ítøkulig viðurskifti, so má roknast við at FAG eisini kann dokumentera teir upplýsingar, sum felagið byggir sína støðutakan á. Her verður beinleiðis sipað til tillagingina av nótaflotanum frá 20 til 7 fiskifør, sum FAG hevur víst á.
Eg rokni við, at FAG hevur væl grundaði svar til teir spurningar, sum verða reistir og annars um viðurskifti, sum felagið alment úttalar seg um.
Eg bíði við spenningi eftir svarum við grundgevingum og dokumentatión.
Vinarlig heilsan,
Meinhard Jacobsen, fyrrverandi nevndarlimur í FAG
Tilvildarlig savnsmynd av uppisjóvarskipið