Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Byggibólkurin fyri nýggjan dagstovn farin til verka

Byggibólkurin, sum skal fyrireika byggingina av nýggjum dagstovni Oman Valrætt, er nú farin til verka og fer ætlandi í oktober mánað at handa býráðnum eitt tilmæli um byggiskrá, sum tá verður lagt fyri avvarðandi nevndir og býráðið til viðgerðar, upplýsir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 Á fundi í desember 2016 samtykti Trivnaðarnevndin børn og ung, at farast skuldi undir arbeiðið at gera byggiskrá fyri nýggjan dagstovn á eystara armi við býlingin undir Grashjalla.

 Málið um manning av arbeiðsbólki og fígging av hesum arbeiði varð lagt fyri Trivnaðarnevndina børn og ung í februar mánað, og í mars mánað samtykti býráðið tilmælið frá nevndini um arbeiðsbólk at gera byggiskránna fyri nýggja dagstovnin.

 Í samtyktini liggur, at hesin dagstovnur skal byggjast Oman Valrætt sum partur av tí vaksandi býlinginum Oman Valrætt, undir Grashjalla og millum Hjalla.

 Í arbeiðsbólkinum sita hesir limir: John Færø, trivnaðarstjóri, Sigrun Vágstún, barnaansingarsamskipari, Sverri Michalsen, byggifulltrúi/byggifrøðingur, Høgni Kastalag, arkitektur frá FuglArk, Maja Høsted, stovnsleiðari, Rannvá á Steig, námsfrøðingur og Diana Bertholdsen, námsfrøðingur.

 Mánadagin hevði bólkurin sín fyrsta fund, har borgarstjórin handaði teimum arbeiðssetningin og ynskti teimum góða eydnu við arbeiðnum, sum ætlandi skal verða liðugt í oktober mánað.

 Hesin nýggi dagstovnurin er partur av íløguætlan býráðsins fyri tey komandi árini, og tá ið byggibólkurin í heyst hevur gjørt sítt arbeiði, verður ein tíðarætlan løgd fyri, nær hesin stovnurin skal hann standa klárur at taka í brúk, upplýsir Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

kelda: klaksvik.fo