Home VinnutíðindiFiskivinna Skil XL fiskin við meira        

Skil XL fiskin við meira        

by OML

Tá man kemur við einum pástandi í Almenna Kringvarpinum, um at í øllum okkara grannalondum er toskastovnurin væl fyri, tí teir nýta kvotur, so er ringt at fáa eyga á hvat tað er teir meina við, tí á suður- og eysturlandinum verður ikki sagt frá serligu toskafiskiskapi, og tað sama í Hetlandi og Skotlandi, sum eru okkara grannar, og um vit hyggja eftir gongdini við toska kvotuni í Íslandi, so hevur tað verið ein jøvn niðurgongd í toskafiskiskapinum, síðan teir fingu kvotur í 1984. (sí graf niðanfyri:

Grafurin vísa, ein greiðan gongd og tað er niðureftir við toskafiskiskapinum, hettar eru tøl sum tala tí hettar er eitt tíðarskeið á meira enn 32 ár..

Tað eru umleið 40 ár síðani, Norra setti kvotur á tosk.  Fyri 15-20 árum síðani var eisini fiskaloysi, um alt Barentshavi, har sjálvt um kvotur vóru á har, men natúran hevur veri góð við teir tey seinastu árini.

Tað er ikki langt síðani at ein Norsk sending var í sjónvarpinum. Um hvussu nógv Norðmenn snýtti við kvotunum.

Í Danmark hevur veri, upp og niður við toska fiskarínum, sjálvt um kvotur hava veri á. Nú er nógvur toskur at fáa við N Jútland. Og ógvuliga lítil kvota. Men toskurin má blakast út, tá teir fiska annan fisk, tí teir hava ikki loyvi at hava nakað serligt av hjáveiðu.

Í einum stórum parti av Danska økinum, hava frítíðar fiskarnir bert loyvi at fiska 5 fiskar um dagin og bert 3 í februar og mars, so trupulleikin er, tá teir fáa smáfisk blíva teir útblakaðir. (sí kort yvir økini)  her

http://lfst.dk/fileadmin/user_upload/NaturErhverv/Filer/Fiskeri/Lyst-fritidsfiskeri/ICES_Underomraade_22_til_24.bmp

Tað er ikki ein aliringur, runt um oyggjarnar, sum man kann goyma fiskin í. Toskurin fer har sum, hann finnur mest føði.

Um kvotur koma á her, og vit skulu hava javnt fiskarí, so er einasti møguleiki, at seta kvotuna til 8.00 tons.

Fyri nøkrum árum síðani, var eg til ein fyrilestur, á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Tað var ein fiskifrøðingur, sum hevði sett ein fyrilesturin upp, sum spursmál, so svaraði hann sjálvur uppá spursmálini. Hann var eisini aðrastaðni og  helt fyrilestrar.

Aftaná var hann í KVF. Har læs Kringvarps fólki, spurningarnar upp, so svaraði fiskifrøðingurin uppá síni spursmál.

Skil XL fiskin 2

Her spyr Rógvi Olavson. sama fiskifrøðingin, um næstan alt sama, sum fiskifrøðingurin hevði sagt í fyrilestrinum, fyri nøkrum árum síðani

Tað eru somu, umstøður hjá toskinum og hýsuni nú, sum í 1994. Her eitt prát við ein útróðrarmann, sum sigur, at tað er nógvur toskur at fáa. Og spyr hvar er toskurin komin frá

 

  • Hví spyr Rógvi ikki Petur Steingrund. Hvar er toskurin komin frá ?
  • hvat ávirkanina hevur el nino ?
  • hvat við føðini sum var burtur, og er nú komin aftur ?
  • Eingin spurningur um at makrelur, etur smáfisk og sildin etur rogn ?
  • Eingin spurningur um hvat ávirkan stongd økir hava, og onki um at floti er minkaður niður í onki ?
  • Eingin spurningur um hví snellu og trolbátar hava fingið, meira tosk í 2015 og 2016 og í ár hava teir rokast, tá líkindi hava verið ?
  • Onki um, at síðani fyrst í 1600 hava fólk skriva, um fiskaloysi og hungursneyð í Føroyum ?
  • Hví fær Rógvi, ikki onkran sum hevur fiska við kvotaskipan og fiskidagaskipan at hjálpa sær við spurninginum ?
  • d. Hví er ongin fiskur á Føroya banka ?

Seinasti trolarin vóru har var  í 87 ella 88, og  seinasta línuskip vóru har var fiskiári 2007/08, tá var nógvur fiskur at fáa. Frá 2008 til 2010  var bara onkur hendinga útróðrar og snellubátur har. Síðani hevur Havstovan einsamøll, havt ábyrgdina av Føroya banka.

At Magnus Heinason fær bert 29 toskar í 29 hálum úti á Føroya banka, sigur onki um stovnin. Men  Havstovan, torir ikki at læta onnur fiskiskip, sum eru von við at fiska ímillum onnur skip, gera eina roynd har í nakrar dagar har. Tí so kemur sannleikin, um banka toskin fram.

Nú hava snellu og trolbátar, fingið nógv meira av toski og hýsu í 2015 og 16 og hava rokast í 2017 tá ið tað hevur verði veður, so tað minnir nógv um, natúr viðurskiftini í 90inum

Um Havstovan, skal stýra fiskarínum á  botnfiskinum stovninum, mugu teir læra meira um náttúruna.

Eg fór til skips í 1974 sigldi til 2006 fyrst sum dekkari, so sum yvirmaður, og eg tosi oftani við fiskimenn.

Eg havi granska, nógv í arbeiðinum hjá Havstovuni, seinastu 4 árini. Lisið á heimasíðuni hjá Havstovuni, lánt bøkur og lisið í eldri bløðum, á tidarrid.fo her eri eg komin fleiri fer inn á at Havstovan broytir greinar, tá tað sum teir hava sagt, ikki passar við stovnsmetingarnar hjá teimum. Og at metingarnar hjá teimum, eru meira enn 70 % skeivar. Og kunnu ikki brúkast til nakað.

Um. Hasin fiskifrøðingurin, hevði verði ein toska yngul. Var hann  tann fyrsti, sum bleiv etin, ella doyð í hungri. Tí hann trýr ikki uppá náttúruna.

Hesar sendingarnar, sum hava verði, er bert tosa við fiski, lív, búskapar og samfelagsfrøðingar. Bert í einari sending, av 8 eru serfrøðingarnir spurdir

http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/02/09/fiskidagaskipanin-10-ar

Her er fyrra sendingin, um fiskidagaskipanin 10 ár, sum var send aftur í KVF 60 ár. Áhugaverd  sendingin, hví hoyrdi man ikki næstu sending.

ICES segði í 1993 at tað toskastovnurin, var niðurfiskaður, og at vit  ikki skuldu fiska, nakran tosk í 1994. So í apríl í 1994 floymdi nógvur toskur av øllum støddum inn yvir Føroyagrunnarnar. Tá høvdu vit  kvotur, men tað riggaði ikki, tí  at toskur var eisini á øllum upsa leiðum, so úrsliti var sera vánalig Og kvoturnar máttu avtakast.

Avleiðingarnar av at fiskifrøðingarnir, tóku feil í 1994 vóru at kvoturnar vóru uppfiskaðar eftir stuttari tíð. Onkur trolari fiskaði kvotuna upp eftir 6 tímum, sjálvt um teir vóru á vanligari upsa leið.

so at skip og flakavirkir, komu at liggja still, í fleiri mánaðir, sjálvt um havi var fult av fiski.

FVE hevur sagt, at koma kvotur á, klára teir ikki eftirlitið, uttan at teir fáa meira fólk.

Tað er møguligt, at onkrir av okkara politikarum, ætlar at fáa øll, at arbeiða fyri tað almenna.

Men tað fekk ongar avleiðingar, fyri fiskifrøðingarnir, ella  játtanina til  Havstovuna. Sjálvt um Føroyar, misti nógvar milliónir.

Politikararnir áttu at lært av feilunum, sum teir gjørdu 1994 og roynt at umgingist, at gera somu feilir aftur, nú teir umhugsa at nýta kvotur aftur á føroyagrunninum.

Eyðun Hansen

29 04 2017

You may also like

This website uses cookies. By continuing to use this site, you accept our use of cookies.