Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, hevur í dag verið á vitjan í Brússel. Á ferðini nýtti hann millum annað høvi at vitja á stóru fiskivinnumessuni í Brússel, har hann vitjaði føroysku básarnar og hitti umboðini fyri føroyskar fiskivinnufyritøkur.
Ferðin til Brússel var eisini løgd til rættis soleiðis, at skipað var fyri fundi millum Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, og russiska fiskimálaráðharran Ilya Shestakov.
Ráðharrarnir umrøddu fiskivinnusamstarvið millum Føroyar og Russland, sum í ár hevur fýrati ár á baki. Teir viðgjørdu eisini áleikandi mál í fiskivinnusamstarvinum millum Føroyar og Russland, serliga viðurskiftini hjá føroyskum rækjuskipum, sum fiska í russiskum sjógvi.
Høgni Hoydal sigur, at fundurin gekk sera væl og váttaði góða samstarvið millum Føroyar og Russland.
Í Brússel tók føroyski fiskimálaráðharrin eisini lut í tiltakinum Seafood from the High North, sum Sendistova Føroya skipaði fyri saman við umboðsstovuni hjá Norðurnoregi í Brússel. Á tiltakinum hevði Høgni Hoydal framløgu um framtíðar føroyskan fiskivinnupolitikk og týdningin av marknaðaratgongd fyri fiskavørur til ES marknaðin.