Site icon 24.FO – TÍÐINDIR

Smáar nøgdir í avreiðingum fyrsta ársfjórðing síðstu árini

Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd nakað lakari enn sama tíðarskeið í fjør. Nøgdirmar eru yvirhøvur smáar sum seinastu nógvu árini, samanborið við góð fiskiár. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

 

Av teimum týdningamestu fiskasløgunum minkaði nøgdin av toski smá 1.400 tons ella ein góðan fjórðing í mun til í fjør. Tað eru trolarnir, sum hava fingið minni av toski í ár. Av upsa og hýsu var nøgdin nakað tað sama sum í fjør.

Av øðrum botnfiski er nøgdin vaksin 17%, og er orsøkin, at væl meira av kongafiski er avreitt higartil í ár.

Samlaða nøgdin í ár av flatfiski er minkað 7%.  Í fjør vuksu nøgdirnar av svartkalva munandi í mun til undanfarin ár. Sær út til, at nøgdin av svartkalva verður áleið sum í fjør – tó higartil  ein lítil minking.

Tekin eru um, at fiskaprísirnir fyri botnfiskin yvirhøvur roynast nakað verri í ár enn í fjør. Serliga er tað upsin, sum hevur fingið verri prís higartil í ár enn í fjør – eitt fall á 28% fyri áleið somu nøgd. Samlaða avreiðingarvirðið fyrsta ársfjóðringin var 15 % minni enn í fjør, sum er góðar 32 milliónir kr.

Havast skal í huga, at veiðan á Flemish Cap og undan Íslandi er við í avreiðingunum.


Verður fyrsti ársfjórðingurin í ár samanborin við fyrsta ársfjórðing undanfarin ár, sæst, at nøgdin samantald, sum er avreidd seinnu árini, ikki hevur verið stór. Í strikumyndini og talvuni niðanfyri er botnfiskanøgdin í fyrsta ársfjórðingi í ár samanborin við undanfarin ár, og staðfestast kann, at nøgdirnar, sum eru avreiddar seinnu árini, eru heldur smáar.



Avreiðingartølini fyri fyrsta ársfjórðing 2017 eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru meira útgreinaðir upplýsingar, bæði á fiskaslag, nýttan reiðskap og keyparabólkar.
Viðmerking: Avreiðingar er uppgjørt í landaðari vekt, tvs. tað verður ikki lagt upp fyri, at nakað verður avhøvdað, annað kruvt og uppaftur annað bara ísað runt/óviðgjørt. Tað mesta er ísaður fiskur, tó eru nøkur skip, sum frysta umborð. Havast skal í huga, at avreiðingarnar siga einki um, hvussu stór royndin hevur verið.

Video-grafikkur kann takast niður her