Náttina til leygardagin tann 6. mai 2017 kl. 01:00 fekk løgreglan eina fráboðan um eitt álvarsligt harðskapsmál.
Hendingin fór fram á Íslandsvegnum millum nr. 3 og Landavegin 62 í Havn.
Fáar minuttir eftir kl. 02:00 handtók løgreglan 2 mans, sum eru ávikavist 21 og 23 ára gamlir.
Hesir báðir menninir blivu grundlógaravhoyrdir í Føroya Rætti seint seinnapartin leygardagin og varðhaldsfongslaðir í 4 vikur.
Løgreglan kannar framvegis málið og hevur funnið øksina, sum vit meta hevur verið nýtt til harðskapin.
Løgreglan vil framvegis fegin hoyra frá fólki, ið hava sæð ella hoyrt okkurt um hendingina.
Løgreglan hevur tlf. 351448 ella 114
Tað er týdningarmikið at nevna, at talan er ikki um tilvildarligan harðskap, tí harðskapurin hendi millum fólk, sum kendust.
Borgarar nýtast tí ikki at bera ótta fyri at verða fyri harðskapi úti á gøtuni.
Løgreglan vil takka øllum, sum hava hjálpt til við kanningararbeiðnum higartil.
Jón Klein Olsen
varapolitiinspektørur